Navnið Kasakstan sigur einum vanligum føroyingi ikki nógv. Og tað er ikki so løgið. Landið liggur kanska ikki ordiliga á hinum heimsins enda, men í hvussu er ógvuliga langt burtur higani og er á allan hátt øðrvísi, enn Føroyar og Norðurlond sum heild.
Eitt fjølbroytt land
Taiga (tætt voksið skógarøki) norðuri og oyðimørk suðuri, láglendi vesturi og risafjøll eystri. So fjølbroytt er hetta landið. Og so er eisini við fólkinum, ið búgva har. Bara helvtin hoyrir til høvuðstjóðina og tosar ríkismálið. Restin, ið eru eftirkomarar av tilflytarum nógva aðrastaðni frá, brúkar russiskt, sum ?millumtjóða samskiftismál?. Í gerandisdegnum verður russiskt nýtt nógv meira, enn ríkismálið, kasakist.
Tað eru ikki nógv ár síðani, at Kasakstan gjørdist ein suverenur statur á fyrsta sinni. Tað upprunaliga fólkið, kasakar, eru millum eftirkomarar av mongolskum hirðum, ið í miðøldini spjaddu seg sera nógv í allar ættir, serliga vestaneftir. Kasakar búsettust í umráðnum í 13.øld. Teir vóru kortini ongantíð sameindir í einum ríki, áðrenn tað Russiska Tsarveldið tók valdið í umráðnum í 1700-talinum.
Søgan um týskarar í Kasakstan
Tað var so seint, sum í 1936, at Kasakstan fekk eitt slag av heimastýri, tá ið eitt so kallað ?kasakiskt sjálvstýrandi sovjetiskt lýðveldi? var sett á stovn. Í veruleikanum høvdu teir lokalu myndugleikarnir lítið og einki at siga mótvegis stýrinum í Moskva. Undir krígnum hýsti landið nógvum teirra, ið flýggjaðu undan týsku hersetingini vestanfyri í Sovjetsamveldinum. Umframt tey, vóru nøkur ávís fólkasløg send til Kasakstan ímóti sínum vilja. Orsøkin var, at harrenda kommunistiska stjørnan hjá Stalin hevði illgruna um, at hesi á ein ella annan hátt samstarvaðu við nazi-Týskland. Millum annað, endaðu nógvir Volgatýskarar í teimum miðasiatusku londunum, fyrst og fremst Kasakstan. Forfedrarnir hjá Volgatýskarum komu til Russlands úr Týsklandi, Preissen og Eysturríki í 18.øld. Táverandi tsarinna, Ekaterina.II (tann Stóra), ið sjálv var fødd og uppvaksin í Norðurtýsklandi, bjóðaði teimum hús, jørð og arbeiði í økjunum, ið lógu tætt at ánni Volga, ið rennur ígjøgnum stóran evropeiskan part av Russlandi. Innflytarar grundløgdu egin býir og bygdir í tí nýggja heimlandinum, og tvey hundrað ár seinni høvdu nógv teirra varveitt týska málið og upprunalig eftirnøvn. Lagnan gjørdi, at meira enn ein millión av hesum fólkunum máttu býrja nýggja tilveru í einum fremmandum landi, næstan í hjartanum at Asia. Stórur partur av teimum er nú fluttur til Russlands ella tað gamla Vaterland aftur, men nøkur hundrað túsund eru eftir í Kasakstan. Millum stjørnuleikarar hjá Kairat Almatý, ið var einasta umboð lýðveldsins í fremstu sovjetisku fótbóltsdeildini, taldust Peter Neustadter og Wladi Niederhaus. Seinni spældu báðir á rættiliga høgum støðu við týskum feløgum...
Brésjnev búði har
Nógvir russarar, ukrainarar og aðrir komu til Kasakstan skjótt eftir kríggið. Teir vóru eggjaðir av myndugleikunum til at byggja í lýðveldinum eitt nýtímans samfelag, ið skuldi stuðla bæði ídnaði og landsbrúki. Stýrið í Kreml hevði jú ein miðvísan politikk við at spjaða sínar borgarar í landinum til tess at blanda ymisk folkasløg mest møguligt. Býir vuksu við miklari ferð orsakað av tilflytarum, og tey stóru vallfløtuumráðini vóru veltað. Júst í Kasakstan, um tað mundi, gjørdi ein ukrainari av russiskari ætt sína skjótu karieru í Kommunistaflokkinum. Tað var Leonid Brésjnev, ið seinni sat við landsins róðri í Moskva í samfull átjan ár.
Loysingin kom púra óvart
Tað var ongantíð nakað skipað loysingarstríð í Kasakstan ? í mun til mong onnur fyrrverandi sovjetisk hjálond, til dømis Estland, Lettland, Litava, Ukraina ella Georgia. Landið fekk politiskt frælsi brádliga og púra óvæntað fyri seg sjálvt, tá ið Sovjetsamveldið fór í upploysn seint í 1991. Spurningur var so, um eitt samfelag uttan nakran serligan tjóðskaparligan samleika fór at megna at standa á egnum beinum. Sterkar vóru tær røddirnar í sjálvum Kasakstan, ið mæltu nýggja statinum til at innlima seg í Russland. Men undir leiðsluni av sera væl umtøkta forsetanum, Nursultan Nassarbaiev, bleiv Kasakstan eitt tað mest framkomna landið í fyrrverandi Sovjet.
Orsøkin er fyrst og fremst oljuinntøkur, ið tey seinastu árini hava givið landinum eitt fíggjarligt støðufesti. Hin nevndi Nassarbaiev sigst vera av teimum ríkastu fólkunum í Asia. Tann 62-ára gamli forsetin, ið er doktari í búskaparfrøði, var seint í sovjettíðini settur sum aðalskrivari í lokala kommunistaflokkinum. Nassarbaiev megnaðu ikki bara at ?yvirliva? politiskar broytingar, men hann styrkti eisini munandi støðu sína sum leiðari landsins, tá ið Kasakstan fekk fullveldi.
Forsetin vælumtóktur
Altíð siðiligur, og samstundis ógvuliga snildur og framsíggin, hevur Nassarbaiev góð persónlig viðurskifti við flestar leiðarar í grannalondunum, ikki minst Russlandi og Kina. Trætan um statsmarkið við stóra grannan fyri norðan tykist koma til enda í øllum góðum. Sjálvt russiskt-talandi í Kasakstan halda nógv av Nassarbaiev, ið vann sannførandi á forsetavalum tríggjar ferðir, seinast í 2000. Fyri fimm árum síðani flutti hann høvuðstað úr størsta býnum Almatý, beint við kinesiska markið, og til Astaná (fyrrverandi Tselinograd). Kasakar brúktu har brasilianska, avstralska og kanadiska fyrimynd. Sum kunnugt, var øll landsumsiting í hesum trimum statunum flutt í smærri býir á sinni. Eftir fimm árum er Astaná vorðin ein nýtímans evroamerikanskur býur við høgum bygningum og nógvum skrivstovuvirksemi. Landið er væl fyri, og tann stóra fráflytingin, ið merkti ta fyrstu fullveldistíðina, er steðgað. Nú royna fólk, serliga í grannalondunum fyri sunnan at fáa sær bústað og arbeiði í Kasakstan.
Annars er vert at nevna, at tann kenda russiska rúmdarstøðin, Baikonur, liggur mitt í Kasakstan. Í 1961 var tann fyrsti maðurin, Júri Gagárin, sendur út í rúmdina júst herfrá.
Formaður í Fótboltssambandinum versonur forsetan
Fótbóltur er tann størsta ítróttargrein í Kasakstan, men kortini ikki so avgjørt, sum til dømis í Føroyum. Spælið fær harða kapping frá vetraítróttargreinum, fyrst og fremst íshockey og skíðrenning. Tað kann møguliga tykjast eitt sindur løgið, landið liggur jú somikið sunnarlaga. Men kalt er um veturin í Kasakstan, serliga í norði og vestri, í teimum landspørtunum, ið liggja tætt at Siberia.
Teir kasakisku statsmyndugleikarnir royna at stuðla fótbóltinum í landinum. Fyri stuttum bleiv Rakhat Aliev settur formaður í Fótbóltssambandinum. Hesin er eingin annar, enn versonur Nursultan Nassarbaiev, forsetan. Samstundis virkar Aliev sum sendiharri í Vien. Í síðstu viku skrivaðu formennirnir í fótbóltssambondunum hjá Kasakstan og Eysturríki undir eini avtalu um tættari samstarv á fleiri økjum.
Fóru upp í asiatiskan fótbólt
Tá ið Kasakstan fekk fullveldi og stovnaði sítt egna fótbóltssamband og gjørdist limur í FIFA, bjóðaði Evropeiska Fótbóltssamgongan landinum, eins og grannunum úr Usbekistan, Tadjikistan, Turkmenia og Kirgisia, limaskap í UEFA. Men øll hesi fimm fyrrverandi sovjetisku lýðveldini takkaðu tá nei fyri tilboðið. Hildið varð, at londini høvdu størri geografiskt og mentunarligt tilknýti til Asia. Tíggju ár seinni máttu allar fimm tjóðirnar ásanna, at tær framdu eitt keðiligt mistak. Tey hava ikki fingið so nógv burturúr limaskapinum í Asiatisku Fótbóltssamgonguni (AFC), sum roknað var við frammanundan. Tí broyttu hesi londini støðu og søktu um limaskap í UEFA. Men tað eydnaðist bert Kasakstan at náa hetta málið. Orsøkin er tann, at 12% av vídd landsins liggur í Evropa, og hetta gav Kasakstan rætt til at rópa seg eina evropeiska fótbóltstjóð. Hini, millum annað Usbekistan, ið er mett til at hava tað stinnasta landsliðið av teimum fimm grannalondunum, noyddust til at vera verandi í AFC. UEFA-møguleikin hjá teimum sær út til at vera fokin við alla.
Nýggjasta landið í UEFA
Kasakiskur fótbóltur er enn eitt óskrivað blað í heimsparti okkara. Flaggdagin fyri einum árum síðani á UEFA-aðalfundi í Stokkhólmi gjørdist landið 52.limur í evropeisku fótbóltsfamiljuni. Tað hevði verið ov seint fyri Kasakstan at melda landsliðið til EM-2004 undankappingina. Tískil verða teir noyddir bara at leika vinardystir, áðrenn HM-2006 undankapping byrjar á heysti í 2004. Ferðin til Føroya er ein kærkomin møguleiki fyri liðið at royna seg í Evropa, áðrenn ordiligar uppgávur eru á skránni um hálvt annað ár. Annars skal Kasakstan møta Póllandi, Eysturríki, Portugal og Noregi seinni í 2003.
Eru á støði við Estland
Kasakstan hevur ongantíð spælt ímóti nøkrum landi á okkara leiðum. Men út frá teimum fýra dystunum, sum teir nakrantíð hava leikt ímóti evropeiskum landsliðum, kunnu vit gera okkara niðurstøður um, hvørjum støði gestirnir hjá føroyingum eru á.
Úrslitini ímóti Estlandi ? í 2001 og 2002, ávikavist úti og heima - vóru javnleikir 0-0 og 1-1, í Lettlandi í fjørsummar mátti liðið leggja rygg fyri einum teprum 1-2 tapi. Í seinasta dystinum, ið varð leiktur á Malta fyri tveimum mánaðum síðani, megnaði Kasakstan at skora tvey mál rættiliga seint í dystinum og harvið javna til 2-2, hóast teir høvdu yvirvág meginpartin av tíðini. Tað vil siga, at landið framvegis hevur sigur á einum UEFA-limalandi til góðar.
Í Asia plagdi Kasakstan at vinna ikki so sjáldan. Kortini var mótstøðan har, sum vera man, ikki so sterk, sum ein kann rokna við at fáa í evropeiskum høpi. Størsta sigurin nakrantíð ? 7-0 - vunnu kasakar í Pakistan í HM-98 undankappingini, og í júst somu kapping høvdu teir størsta tapið, 0-4 í Sameindu Emirríkjunum.
Venjarin kendasta navnið
Eingin av kasakiskum leikarum hevur nakrantíð verið knýttur at nøkrum kendum vesturevropeiskum felagi. Fimm teirra leika í bestu og næstbestu deildunum í Russlandi. Tann mest kendi av teimum, miðvallarin Ruslán Baltiev, er sáttmalabundin at Dinamo Moskva. Kortini verður eingin av útisetunum hjá Kasakstan at síggja á Svangaskarði og Tórsvølli. Landsliðsvenjarin Leonid Pahhómov valdi at koma hendan vegin við heimligum leikarum burturav. Júst hesin 60-ára gamli russiski venjarin man metast sum tað kendasta navnið í tí kasakiska hópinum. Sum ungur, leikti hann á høgum støði við fleiri feløgum í Moskva í bestu sovjetisku deildini. Seinni stóð hann í mong ár á odda fyri ymiskum U-landsliðum hjá Sovjet og seinni Russlandi. Hann sigst at hava sera góð pedagogisk evni og hevur hann altíð verið persónliga væl umtøktur av leikarum sínum.
Lítlar altjóða royndir
Pahhómov bleiv settur í starv fyri fýra mánaðum síðani við tí í eyga, at hann varð verandi í Kasakstan fram til 2006, og hjálpti landinum at vinna sær pláss í HM-endaspælinum í Týsklandi. Ein tílik ætlan tykist vera alt ov framsøkin, serliga nú, tá ið Kasakstan skal vera við í undankappingum saman við evropeiskum londum. Sjálvt Pahhómov, eftir at hann hevði sæð nakrar dystir hjá kasakiskum feløgum, mátti viðganga í fjølmiðlum, at ?tilfeingið, ið arbeiðast skal við, er á lægri støði, enn væntað varð?. Venjarin segði í eini samrøðu, at fleiri teirra, ið hava verið á landsliðnum tey seinastu árini, hvørki eru betri ella verri, enn nógvir aðrir, ið luttaka í heimligu landskappingini. Tí ætlar Pahhómov sær at byggja eitt fullkomiliga nýtt lið upp, og sum vit síggja á listanum yvir teir leikararnar, ið skulu koma til Føroya við Atlantsflogi, hava teir lítlar og ongar altjóða royndir.
Drúgva ferðin til Føroya
Ferðin hjá kasakiska ferðalagnum, sum telur einar tríati menn, til Føroya er rættiliga drúgv. Fríggjakvøldið føroyska tíð (ella leygarmorginin har yviri ? tað eru seks tímar á tíðarmuni Føroya og Kasakstans ímillum) fóru teir á flog úr Almatý. Tað skuldi taka teimum átta tímar fyri at koma til Frankfurt, og soleiðis verður tað altíð, tá ið kasakar skulu í fótbóltsørindum til Vesturevropa. Úr teirrri týsku transitfloghavnini fara teir víðari til Keypmannahavnar, og næstan beint eftir komu til Kastrup verður kósin sett ímóti Føroyum.
Sonur gomlu HM-stjørnini er við
Í 1.deild í landskappingini í Kasakstan luttaka seytján lið. Allir, ið spæla í bestu deildini, eru yrkisleikarar burturav. Tey flestu feløgini hava góðar fíggjarstuðlar í t.d. oljufyritøkum og bankum. So at siga øll lið fáa gleði av útlendingum, bæði eysturevropearum og øðrum. Sjálvt hagar eru nakrir brasiljumenn slopnir at vinna nøkur oyru við at spæla bólt. Kortini eru flestir fremmandir leikarar komnir úr Russlandi og Ukreina. Ein teirra, 27-ára gamli miðvallarin Evghéniy Lóvtjev, er kanska tann størsta stjørnan á liðnum, ið lendir vestri í Vágunum seinnapartin leygardagin. Hann er føddur og uppvaksin í Moskva og kom til Kasakstan fyri bert trimum árum síðani. Uttan at hava nakað sum helst upprunaligt tilknýti til landið, hevur Lóvtjev longu fingið kasakiskan borgarætt. Hann spældi á landsliðnum á fyrsta sinni ímóti Malta í februar. Áhugavert er, at pápi hansara, Evghéniy Lóvtjev eldri, var av teimum allarkendastu sovjetisku leikarum í sjeytiárunum. Hann leikti í verjuni hjá Spartak Moskva og Sovjet í nógv ár, og í HM-endaspælinum í Meksiko í 1970, í setanardystinum ímóti vertstjóðini, skrivaðu pápi núverandi kasakiska miðvallaran søgu á ein merkiligan hátt. Hann gjørdist nevniliga fyrsti leikarin nakrantíð, ið bleiv skiftur inn í einum dysti í HM-endaspæli (útskiftingar vóru ikki loyvdar áðrenn 1970)!
Taka føroysku uppgávuna í størsta álvara
Tað er framvegis nakað spildurnýtt fyri Kasakstan, at leika í Evropa. Tí verða sjálvt vinadystir í Føroyum mettir har yviri sum ein stórhending fyri landsliðið og kasakiskan fótbólt yvirhøvur. Bløðini byrjaðu longu at skriva um dystirnar fyri tveimum mánaðum síðani, ríkissjónvarp landsins bílegði frá SvF eitt innslag um Føroyar og føroyskan fótbólt. Pahhómov hevur nú nýtt nógva av arbeiðstíð síni til granskingar av tí føroyska landsliðnum í EM-undankappingini. Á tíðindafundinum í Almatý hósdagin nevndi hann millum annað, at ?Føroyar eru sterkari enn Malta. Liðið er roynt og rættiliga spennandi. Leikarar teirra eru frekir uppá tað góða og teir tora væl at bjóða størri mótstøðu av?.
Tí er tað einki at ivast í, at bæði venjarin, leikarar hansara og ikki minst almenningurin í Kasakstan taka uppgávuna í Føroyum í størsta álvara og teir fara at ganga høgt uppí úrslitini her. Vit skulu ikki ivast í, at gestirnir verða eins nógv uppsettir á Svangaskarði og á Tórsvølli, og eitt lið plagar at vera í einum undankappingardysti. Fleiri altjóða royndir skulu vónandi geva føroyingum ávísan fyrimun. Men mennirnir hjá Henrik Larsen mugu í ongum umstøðum undirmeta landsliðið, ið umboðar eina tjóð við 16.700.000 íbúgvum. Annars liggja Føroyar beint frammanfyri Kasakstan á nýggjasta almenna FIFA-styrkislistanum (ávíkavist nummar 120 og 123). So útgangsstøði er gott til tess at njóta tveir áhugaverdar landsdystir millum tvey so ymisk ? á allan hátt ? limalond í Evropeisku Fótbóltssamgonguni.
Allar myndirnar eru latnar okkum av kasakiska ítróttarblaðnum ?Pro-Sport? í Almatý