51 ára gamla skotska sangstjørnan, Susan Boyle, sum gjørdist kend í 2009, tá ið hon luttók í Britains Got Talent, má sigast at vera væl umtókt millum manna. Tó hevur hon eisini megnað at skapt sínar fíggindar. Grannum hennara dámar hana í øllum førum ikki væl í løtuni.
Orsøkin er, at Susan Boyle syngur sangir sínar bæði dag og nátt, og hon syngur so mikið hart, at grannarnir hoyra hetta alt ov væl. Millum annað sigur ein granni, at hon nærum ikki hoyrir nakað, tá ið hon hyggur eftir sjónvarpi, tí at Susan Boyle syngur so hart.
Ein vinur hjá Susan Boyle sigur tó, at Boyle einans ger hetta sum eina hevndaratsókn. Fyrr hevur hon nevniliga sjálv verið misnøgd við ov nógvum gang frá einum av grannum sínum.
Síðani Susan Boyle fekk sítt gjøgnumbrot, hevur hon givið út tríggjar fløgur. Samanlagt eru 14 milliónir eintøk av hesum fløgunum seldar runt um allan heim. Seinni hetta árið ætlar Susan Boyle at útgeva eina nýggja fløgu.
(Skrivað hevur Nele Heldarskarð)