Grannauppgerð í Klaksvík nú á middegi

1. DEILD: Seinnapartin verður grannauppgerð á Svangaskarði

Fýra dystir í næstbestu deildini eru á skránni ídag. Tann fimti verður í morgin, tá ið B7q fær vitjan av 07 Vestur.

Fyrsti dysturin verður longu klokkan 12.30, tá ið KÍ fær vitjan av grannunum í Víkingi.

Víkingur hevur 33 stig fyri 16 dystir, og KÍ hevur 29 stig fyri 15 dystir. 20. apríl vann Víkingur 4-1 á heimavølli ímóti KÍ.

07 Vestur og NSÍ eru oddalið við 34 stigum fyri 16 dystir. Bæði liðini spæla á útivølli. 07 Vestur fer í morgin um Skopunarfjørð. Tá ið liðini fyrr í summar hittust á Sandi, vann heimaliðið 3-2.

17. apríl vann NSÍ 2-0 á heimavølli ímóti B68, sum seinnapartin fær vitjan av grannunum í NSÍ. B68 hevur 18 stig.

B36 er á veg inn á Skála. B36 hevur 16 og Skála 15 stig. Í sætta umfari vann Skála 4-0 í Gundadali.

HB fær í dag vitjan av EB/Streymi. Í sætta umfari var úrslitið á Eiði 2-2. HB er næstaftast við 12 stigum, og EB/Streymur er aftast við 8 stigum.

 

Ídag

KÍ – Víkingur: Rúni Olsen kl. 12.30

B68 – NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00

Skála – B36: Johan P. Michelsen kl. 14.00

HB – EB/Streymur: Rani A. Skaalum kl. 15.00

Í morgin

B71 – 07 Vestur: Aron S. Vest kl. 15.30