Dysturin millum Ísland og Noreg á Laugardalsvøllinum byrjar klokkan 19.45 leygarkvøldið.
Noreg hevur enn møguleikan at røkka øðrum plássinum í HM-undankappingarbólki 9, men norðmenn eru í harðari kapping við Skotland og Makedonia. Makedonia og Skotland hava bæði 7 stig, meðan Noreg hevur 6 stig. Hesi trý londini hava øll tveir dystir eftir at spæla í HM-undankappingarbólki 9.
Norski venjarin, Egil ?Drillo? Olsen ætlar at brúka venjingarnar komandi dagarnar til at fáa eina mynd av hvørjir 11 skulu byrja inni fyri Noreg í Reykjavík. Drillo hevur enn ikki tikið støðu til um hann skal brúka spælskipanina 4-5-1 ella 4-4-2 í dystinum ímóti Íslandi.
- Eingir dystir eru líka, og einki mótstøðulið er líka. Eg havi ikki enn tikið støðu til um eg broyti spælskipanina, men eg skal ikki útihýsa tí, sigur Drillo við norska TV2. Tað er serliga miðvøllurin, sum gevur Drillo høvuðbrýggj. Leygardagin klokkan 15 spæla Skotland og Makedonia á Hampden leikvøllinum í Glasgow.
Støðan í HM-undankappingarbólki 9 :
Holland 7 7 0 0 16 - 2 21
Makedonia 6 2 1 3 4 - 7 7
Skotland 6 2 1 3 4 - 10 7
Noreg 6 1 3 2 6 - 5 6
Ísland 7 1 1 5 6 - 12 4