Grannauppgerð í Sarpugerði

 

Tveir dystir verða í Vodafonedeildini í dag. Víkingur fær vitjan av ÍF, meðan útsetti dysturin millum EB/Streym og B71 verður í Streymnesi. Fuglfirðingar høvdu tað leingi torført í Sarpugerði móti GÍ, men síðani GÍ og LÍF løgu saman til Víking, hava fuglfirðingar ikki gjørt annað enn vunnið í Sarpugerði. Í fjør vann Víkingur uppgerðirnar á Fløtugerði í Fuglafirði, meðan dystirnir í Sarpugerði endaðu við sigri til ÍF. So søguliga er ÍF omaná til dystin í kvøld, men stigatalvan sigur eina aðra søgu.

 

ÍF hevur bara skavað sær átta stig saman og liggur ájavnt í stigum við 07 Vestur, sum liggur til niðurflyting. ÍF hevur umframt misjøvnu gongdina í landskappingini, eisini spælt í steypakappingini. Síðani Víkingur sunnudagin 15. mai vann 1-0 á KÍ í Klaksvík, hevur ÍF spælt tveir dystir. Fyrst taptu teir 2-1 á 07 Vestur dagin eftir og hóskvøldið fingu teir aftur vitjan av 07 Vestur hesa ferð í steypakappingini. Tann dystin vann ÍF 1-0. Sostatt hevur ÍF torførari fortreytir undan dystinum í kvøld.

 

Dysturin millum EB/Streym og B71 varð í gjár útsettur og verður leiktur í kvøld. Tað kann ikki verða nakar ivi um hvat málið hjá EB/Streymi er í kvøld. Teir mugu og skulu vinna hendan dystin um teir skulu fylgja oddinum. B71 hevur tað torført í botninum í ár, men sum skilst, so er styrkur á veg til felagið. Talan er bæði um fyrrverandi leikarar hjá felagnum og útlendingar.

 

Rás2 fer at siga frá dystinum í Sarpugerði og byrja verður at senda klokkan 18:00. Sigfríður Clementsen verður viðmerkjari. Eisini verður fylgt við gongdini í Streymnesi.

 

Vodafonedeildin dystir:

 

EB/Streymur ? B71 19:00

Víkingur ? ÍF 19:00