Grannskoðanin fær harðar ákoyringar frá kanningarnevndini

Tað eru ikki bara politikarar og embætismenn í Danmark, sum hava borið seg skeivt at í málinum um Føroya Banka. Eisini grannskoðarar bankans fáa av at vita. Teir vóru sambært frágreiðingini vitandi um, at bankin var í djúpari kreppu

Tað vóru politikararnir og embætismenninir, serliga teir donsku, sum fingu av at vita, teir fyrstu dagarnar eftir, at frágreiðingin frá bankakanningarnevndini var gjøgnumlisin.

Í Danmark varð lagt upp til, at frágreiðingin skuldi fáa fylgjur fyri stjórnina, og eisini varð tosað um, at frágreiðingin skuldi fáa avleiðingar fyri embætismenninar. Í skrivandi løtu sær tað tó ikki út til at enda so galið.

Tað eru tó aðrir partar vavdir inn í søguna um Føroya Banka.

Danska blaðið Jyllands-posten, skrivaði í gjár, at ein av fremstu ríkisgóðkendu grannskoðarum í Danmark, Jørgen Frank Jacobsen, er hart kroystur, orsakað av bankamálinum.

Jørgen Frank Jacobsen er fastur grannskoðari hjá Den Danske Bank og hjá stóru donsku vinnufyritøkuni A. P. Møller, sum samstundis er stórpartaeigari í Den Danske Bank.

Saman við Paula Ellefsen var hann grannskoðari hjá P/F Føroya Banka.

Tað er uppgávan hjá grannskoðanini at tryggja, at tað, sum í roknskapinum stendur, er rætt.

Hetta verður gjørt við at eftirkanna roknskapin. Fullkomin kanning er ómøgulig, og tí verður grannskoðanararbeiðið bygt á stakroyndir.

Tá grannskoðararnir hava kannað tað sum í roknskapinum stendur, geva teir roknskapinum eina átekning. Henda átekning kann verða blonk, sum sagt verður á fakmáli, ella kann hon innihalda fyrivarni fyri, at eitthvørt í roknskapinum ikki er nøktandið, eftir teirra hugsan.

Ein partur av arbeiðnum hjá grannskoðanini er m. a. at lesa fundarfrágreiðingar frá nevndarfundunum. Tað kann jú vera, at onkur nevndaravgerð, ella onkrir upplýsingar standa har sum kunnu fáa negativa ávirkan á roknskapin.

Koma grannskoðararnir fram á eitthvørt, sum kann fáa negativa ávirkan á roknskapin, skulu teir gera vart við hetta í átekningini, um so er, at ávirkanin er so stór, at tað hevur týdning fyri um roknskapurin er rættur.

Kanningarnevndin metir, at tað er júst ein slíkur upplýsingur, grannskoðararnir hava gloymt at tikið fyrivarni fyri í átekningini í 1992-roknskapinum.

Í fundardarfrágreiðing frá nevndarfundi í Føroya Banka, 14. oktober 1992, stóð at lesa:

»Hvis der i dag, den 14. oktober 1992, skulle anvendes et hensættelsesprincip der svarer til det, Den Danske Bank anvender, kunne det ikke udelukkes, at der inclusive bestående hensættelser og konstaterede tab i indeværende år ville være behov for hensættelser på 1-1,5 mia. kr. i løbet af de kommende år«.


Blank átekning

Hetta er m. a. tað, sum grannskoðararnir hjá Føroya Banka ikki gera vart við í átekningini.

Og tað sjálvt um teir í protokollini gera vart við, at teir hava lisið fundarfrágreiðingarnar frá nevndarfundunum í Føroya Banka.

Tað má annars sigast, at meiravsetingar uppá 1-1,5 mia. krónur hava týdning í einum roknskapi, sjálvt um vit tosa um ein banka.

Tað er orsøkin til, at Jyllands-Posturin sigur, at grannskoðararnir hava avgreitt uppgávuna, til botnkarakter.

Niðurstøðan hjá kanningarnevndini er eisini, at tað ikki er samanhangur millum tað, sum grannskoðararnir hava skrivað í protokollini, og tað sum teir hava sagt undir avhoyringunum hjá kanningarnevndini.

Tá søgdu teir, at teir ikki kendu innihaldið í referatinum, og tí ikki vistu um tørvin fyri meiravsetingum uppá 1-1,5 mia. kr.

Ymiskar roknskaparreglur

Orsøkin til, at vandi var fyri so stórum meiravsetingum var, at Føroya Banki brúkti aðrar avsetingarreglur enn høvuðspartaeigarin, Den Danske Bank.

Danir áttu 60% av partapeninginum og høvdu tí meirilutan. Teir áttu fleiri nevndarlimir, umframt at teir áttu meginparturin av dagligu leiðsluni í bankanum

Í slíkum førum er vanligt, og ikki minst góður roknskaparsiður, at »dótturfelagið« brúkar somu roknskaparhættir sum »móðurfelagið«.

So var ikki ?i Føroya Banka. Og tað var, sambært Jyllands-Posten eisini orsøkin til, at avsetingarnar í Føroya Banka vóru so smáar.

Sambært Jyllands-Posten sigur frágreiðingin, at leiðslan í Føroya Banka, bert avsetti uppá teir mest hopleysu kundarnar. Teir kundarnar, har hvør króna í veruleikanum var mist.

Hetta er ikki í samsvar við lógina. Tað verður sagt, at eitt tap skal takast, tá tað hóttir. Tað vil siga, um tað er ein møguleiki fyri, at pengarnir eru mistir, so skulu avsetingar gerast í roknskapinum.

Sambært tí, sum stendur í Jyllands-Posten, hevur Føroya Banki heldur ikki gjørt hetta.

Tað kann tí tykjast sera løgið, at Den Danske Bank hevur latið hetta um seg ganga. Ein av frágreiðingunum kann vera, at teir við vilja hava skavað út yvir, tað vánaligu støðu, bankin var í, við teirri grundgeving, at bankin skuldi seljast.

Høvdu grannskoðararnir røkt sína uppgávu til lítar, høvdu teir gjørt vart við hetta frávik.

Og tað hava hvørki Jørgen Frank Jacobsen, ella Pauli Ellefsen gjørt.

Pauli Ellefsen hevur annars greitt kanningarnevndini frá, at eitt ella tvey av starvsfólkum hansara, hava lisið allar nevndarfundarfrágreiðingar ígjøgnum, og gjørt referat av tí sum í teimum stóð. Tey hava bara ikki tikið nakað við um tær 1-1,5 mia. kr.


Samanlagdi bankin

Niðurstøðan í greinini hjá Jyllands-Posten er, at antin hevur grannskoðarin hjá A. P. Møller og Den Danske Bank, gjørt eitt vánaligt arbeiði í Føroyum, ella hevur hann ikki sagt allan sannleikan.

Sama støðan má tí eisini vera galdandi fyri Paula Ellefsen.

Og hvør av teimum báðum møguleikunum er betri, má lesarin sjálvur taka støðu til.

Tað kann tí tykjast sera løgið, at grannskoðanin av samanlagda Føroya Banka, liggur í hondunum á somu grannskoðaravirkjum, sum hon gjørdi í gamla Føroya Banka. Hjá grannskoðaravirkjunum Grothen & Perregaard og KPMG Pauli Ellefsen P/F.

Persónarnir eru ikki teir somu, men virkini eru tað.

Hvussu kann Fíggingargrunnurin hava álit á, at grannskoðaravirki nú greiða sínar skyldur á rættan hátt, tá tey sambært frágreiðingini hjá kanningarnevndini í bankamálinum ikki gjørdu tað við 1992-roknskapinum.

Hetta er ein spurningur, sum bert ábyrgdarpersónarnir í Fíggingargrunninum kunnu svara uppá.

Jyllands-Posten heldur í øllum førum, at Jørgen Frank Jacobsen er komin sera illa frá uppgávuni í Føroya Banka.

Og tað má eisini verða galdandi fyri Paula Ellefsen.