Summi orka tað, og summi orka als ikki, sigur Jancy Brøðraberg, sum hevur starvast sum flakakvinna á Vaðhorn á Strondum í sløk 40 ár.
Sosialurin hevur vitjað Jancy á Vaðhorn á Strondum. Í samrøðu við blaðið greiðir hon frá, hvussu væl hon minnist fyrstu ferð, hon fór til arbeiðis á Vaðhorn, sum tá var á Skála. Og henni dámdi arbeiðið alt fyri eitt. Og hon heldur fram:
– Tað var nakað nýtt og spennandi, eg byrjaði at arbeiða í maskinum. Tað fyrsta sum hendi var, at erman kom í maskinuna, tað var skelkandi, og eg bleiv sera kløkk, men tíbetur var tað bara erman sum kom í maskinuna.
Í 1992 flutti Vaðhorn av Skála út á Strendur.
– Hetta var spennandi, vit fingu nýggj, ljós høli, og tað var fantastiskt. Maskinurnar blivu fluttar við, so arbeiðið var tað sama.
Síðani eru nýggjar maskinur komnar sum gera arbeiðið lættari. Eitt nú ein flakamaskina, og maskinur sum sproyta laka í fiskin. Tað er eisini vorðið munandi lættari at salta fiskin, inntil 2018 varð hetta gjørt við hond.
– At byrja við fór fiskurin úr maskinuni og beint niður í ein 1000 liturs kassa. Fiskurin skuldi takast uppaftur og saltast við einum spaka. Ímynda tær at standa við høvdinum niður í hasar kassarnar, tað var øgiliga stravið, men tíbetur er hetta broytt í dag.
Hóast framkomnar maskinur eru á virkinum í dag, so er arbeiði framvegis kropsliga tung, og kalt.
– Hetta er tungt, stuttligt og kalt. Eg veit ikki nær eg seinast havi verið heima vegna sjúku, eg haldi tú blívur herdur her.
Jansy Brøðraberg er 77 ára gomul, hon arbeiðir tríggjar dagar um vikuna. Hon fegnast um møguleikan at arbeiða niðursetta tíð, tí henni dámar væl at arbeiða. Hon heldur kortini ikki, at tey sum eru farin um pensjónsaldur skulu noyðast at arbeiða.
– Øll burdu sloppið at valt sjálvi, eg haldi ikki at nakar skal noyðast at arbeiða til tey eru 70, summi orka tað, og summi orka als ikki.
Lesið samrøðuna í Sosialinum hesaferð, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.
Lesið eisini um:
Ellisakfarið hesaferð, sum er ein Buick Riviera frá 1966
Um bóndan Ottar Hentze, sum heldur, at tvinnir eru kostirnir: Nýtt fjós ella noyddur at gevast
Og um Anni úr Fuglafirði, sum seymar myndir
##med2##
##med3##
##med4##