Vónir eru til, at eitt tvey ára granskingarprojekt, sum fer at fevna um 117 kvadrat fjórðingar av havøki millum Hetland og Føroyar, kann gerast lopfjølin fyri eitt nýtt mót fyri olju- og gassleiting.
Nýggj tøkni fer at verða brúkt til at koma niður gjøgnum basaltið á ein hátt, sum ongantíð er roynt áður siga keldur á lærda háskúlanum í Aberdeen.
David Jolley, sum er eitt av fremstu jarðfrøðivísindafólkunum á universitetinum í Aberdeeen sigur við blaðið Press and Journal, at umrødda kanningarætlanin kann fáa sera stóra ávirkan á framtíðar orkuídnaðin.
-At fara undir at kanna olju- og gassgoymslur í ”Faroe-Shetland Basin” er í veruleikanum at seta hol á eitt spildurnýtt geografiskt øki fyri framtíðar oljufund og eftir tað framleiðslu. Hetta fer at merkja eitt framlop fyri allan ídnaðin og serliga fyri Aberdeenøkið sum framtíðar orkuhøvuðsstaðurin í Europa sigur vísindamaðurin við blaðið.
Aldargamla basaltið, sum finst í undirgrundini, hevur higartil víst seg at verða ein forðing fyri leiting í hesum økinum.
Eitt tveir fjórðingar tjúkt lag av basalti, sum fjalir alt økið, virkar sum eitt tak, sum fangar sand og móru, sediment, har olja kann vera til steðar, bæði í, ímillum og undir basaltinum.
Jolley sigur við Press and Journal, at tjúkdin av basalti ger, at vanlig tøkni, sum verður brúkt í leiting, eitt nú í Norðsjónum, riggar ikki.
-Vit fara at leggja fram nýggja tøkni, sum fer at loyva kortlegging av sedimentum millum basaltløgini og sum kunnu vera tekin um oljugoymslur.
Brunnar , sum eru boraðir í økinum í 2001, vísa, at tað í økinum er ein virkin kolvetnisskipan, og vónir eru til, at kanninganar hjá universtitetinum fara at føra til miðvísa leiting í tí vestara partinum av basenginum fyri fyrstu ferð.
Jolley sigur, at vit í dag vita líka nógv um hetta serstaka økið av undirgrundini sum man visti um Brent miðskeiðis í 1970-unum.
-Tann kollveltandi tøknin, sum vit fara at brúka, kann gera henda lovandi landslutin til ein ómetaliga gevandi part av olju- og gassídnaðinum í framtíðini sigur David Jolley.
Fíggingin av verkætlanini kemur umvegis Sindri bólkin, sum hevur til endamál at skunda undir verkætlaninir, ið hava týdning fyri framtíðar leiting á føroyska landgrunninum skrivar skotska blaðið Press and Journal.