Svenning Borg
Vágur
?????????
Granskingarpark skal byggjast og er talan um at byggja hana í Kollafirði, tí at har eigur landið byggiøki tókt, sigur vinnumálaráð-harrin.
Um tað er byggiøki, sum er avgerandi fyri, hvar í granskingarparkin verður bygd, vil eg meira enn gjarna leggja byggiøki til, ókeypis!
Tað skal so ikki vera und-anførslan fyri ikki at byggja hana í Suðuroynni.
Eg vil hervið heita á sam-gonguumboðini fyri Suður-oynna einaferð enn, um at virka fyri at granskingar-parkin verður bygd í Suðuroynni, okur hava harðliga brúk fyri arbeiðsplássum, stórur partur av ungdómin-um í Suðuroynni býr í Havn, tað gevur ikki góð framtíðarútlit fyri oynna, men tykur í samgongu hava møguleikan at broyta gongdina við at leggja granskingarparkina í Suðuroynni.
Flestu Suðringar sum ein møtir á vegnum í Havn siga, at um tey fingu arbeiði her suðuri, fluttu tey suðuraftur at búgva, men innan fyri almenna sektorin hevur verið eiðasørt, ongin vilji hevur verið til at lagt nøkur almenn arbeiðspláss í Suðuroynni, tað má og skal broytast, okur fara ikki framhaldandi at góðtaka at vera avhektaðir lokomotivinum Føroyar.
Gongdin skal venda her og nú!