Granskingin skal savnast

Jóannes Eidesgaard løgmaður er samdur við ónøgdu granskarunum kring landið og sigur, at í nærmastu framtíð skal arbeiðið og játtanir til gransking savnast. ? Saman við Granskingarráðnum er so ætlanum at stinga út í kortið nýggjan føroyskan granskingarpolitikk, har satsað serliga verður uppá vinnugransking, sigur løgmaður

- Málið er at fáa maksimalu nyttuna málda úr føroyskari gransking, og í nærmastu framtíð skal føroyski granskingarpolitikkurin, arbeiðið og játtanirnar endurskipast og savnast, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til ónøgdsemi eftir skerjingarnar á fíggjarlógaruppskotinum til gransking.

Dentur á vinnugransking
Løgmaður sigur, at persónar í løtuni arbeiða at útvega yvirlit og savna allar granskingarjáttanir í ymsu aðalráðunum til eina játtan, og eftir hesa miðsavnan skal nýggjur granskingarpolitikkur stingast út í kortið í samráð við Granskingarráðið.
- Tá vit hava funnið fram til, hvussu nógvur peningur í veruleikanum er settur av til gransking, fer samgongan við fakligum tilmæli frá Granskingarráðnum at samskipa øki av nýggjum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður leggur dent á, at granskingararbeiðið í løtuni er alt ov sundurskilt, og tískil skulu færri men størri verkætlanir í gongd við serligum atliti til vinnugransking, eitt nú á fiskivinnuøkinum, har nógv er at fara eftir.
- Tað sita eldsálir kring landið og granska, men hetta er í stóran mun frívilligt arbeiði. Tískil er neyðugt at fáa privatu vinnuna inn í granskingararbeiðið við peningaligum stuðli, heldur løgmaður. Hann sipar í hesum føri til dømi úr oljuvinnuni, har fyritøkur hava latið pening til førleikamenning á økinum.
- Í løtuni er alt ov lítið samband millum granskarar og vinnuna, og tað er tí eisini ein høvuðsuppgáva okkara at samskipa hetta av nýggjum, heldur løgmaður. Spurdur, um granskingararbeiðið ikki er óattraktivt hjá privatu vinnuni, tá so lítið verður játtað til gransking, er løgmaður greiður.
- Vit hava sum kunnugt eitt hall á 277 milliónir, og flest øll øki eru skerd á ársins fíggjarlóg, eins og gransking er skerd, og hetta slepst ikki undan í hesum døgum. Men vit fokusera alt ov nógv á pening í staðin fyri at kanna, hvat vit fáa burturúr gransking við tí peningi, vit nú einaferð hava at nýta, sigur løgmaður.
Jóannes Eidesgaard sigur, at í staðin fyri at hvørt aðalráð fær játtað pening til ymsa gransking, skal øll játtanin nú savnast og betri yvirlit fáast, og so verður farið undir at broyta føroyska granskingarheimin við nýggjum bygnaði, størri verkætlanum og samstarvi við vinnuna.