Graslíki á vøllin á Eiði

Í góðveðrinum í morgun byrjaði arbeiðið at leggja graslíki á nýggja vøllin í Hólmanum á Eiði.

Í góðveðrinum í morgun byrjaði arbeiðið at leggja graslíki á nýggja vøllin í Hólmanum á Eiði, sum er mitt í bygdini á einum sera veðurgóðum øki.

 

Graslíkið er av slagnum Domo Varioslide S Pro, sum Idé Møblar umboðar. Tað er eitt týskt áleggingarfirma, sum ger arbeiðið. Hetta er sama fyritøka sum hevur lagt á vallirnar á Tvøroyri, Sandi, Sandavági, Gøtu og Leirvík.

 

Arbeiðið gongur væl, og roknað verður við, at alt arbeiðið verður liðugt um 14 dagar, tá farið verður at leggja tveir grasvallir á skúlaøkir hjá Eysturkommunu og at gera onnur arbeiði arbeiði kring um í landinum.

 

- Mánadagin 22. juni verður eftir ætlan byrjað upp á arbeiðið at leggja nýtt graslíki á vøllin í Fuglafirði, sigur Birgir Andreasen hjá Idé Møblum.