Gravgangur eftir arbeiði

Tað var sera óheppið at hækka lønina til ung í arbeiði, tí ístaðin fyri at vera eitt alternativ til arbeiðisloysið er skipanin vorðin til eitt alternativ til arbeiðsmarknaðin, sigur Heðin Gásadal, verkleiðari hjá Tórshavnar býráð.

Í hesum døgum verður søkt eftir fólki at leggja lag á arbeiðið hjá teimum ungu í ymisku verkætlanunum hjá Tórshavnar býráð.

Tað eru seks ár síðani farið varð undir skipanina at fáa ung í arbeiði. Royndirnar eru misjavnar, men sambært hagtølum hjá Tórshavnar býráð fyri 1997 komu 63 % av teimum ungu í skipanini út í samfelagið aftaná antin í arbeiði ella í skúla.

Skipanin vendir sær til tey ungu í aldrinum 16 til 26 ár og tey kunnu vera í skipanini upp til hálvt ár.

? Trupulleikarnir eru av teimum, sum koma beinleiðis úr fólkaskúla. Tey eru illa før fyri at gera eitt sjálvstøðugt arbeiði, meðan tey við miðnámsútbúgving klára seg væl betri, sigur Heðin Gásadal, verkleiðari hjá Tórshavnar býráð.


Bíðilisti

Í løtuni eru 33 ungfólk til arbeiðis í skipanini, ? 28 úti á ymsum arbeiðsplássum og 5 í eini verkætlan. Til tíðir hava 76 ungfólk verið til arbeiðis í senn.

? Listin við fólki, sum hava hug at royna seg í skipanini, er langur, men av tí at vit hava ov fáar pengar, eru ikki fleiri enn 33 í arbeiði í løtuni. Nú vit eru komin væl inn í mai, vita vit ikki, hvussu nógvar pengar vit hava til restina av árinum. Í fjør fingu vit ikki at vita, hvussu nógv skipanin skuldi hava fyrr enn vit vóru komin út í september. Tí kunnu vit bara gita okkum til, hvussu nógv vit fáa, sigur Heðin Gásadal.

Játtanin, sum landið letur Ungum í arbeiði, fer óskerd til lønir til tey ungu. Í fjør var hon 6 mill. krónur til skipanina um alt landið. Býtt verður sundur eftir fólkatali og Tórshavnar býráð fær ein triðing burturav. Í fjør vóru 2,4 mill. krónur brúktar í høvuðsstaðnum og tá vóru 194 fólk í alt til arbeiðis.

? Vit ætla at seta tvey fólk til verkætlanirnar. Vit hava altíð ein arbeiðsmann, ið leggur fólki lag á og syrgir fyri, at uppmøtingin er í lagi, sigur Heðin Gásadal.


Lønin

Orsøkin til, at so fá eru í skipanini í mun til, hvussu nógv hava verið, er, at undanfarni landsstýrismaðurin hækkaði tímalønina, soleiðis at lønarútreiðslurnar hækkaðu við 40 %. Játtanin til skipanina var ikki hækkað og tí kundu líka nógv ungfólk ikki vera í sum áður. Tímalønin fyri tey upp til 18 ár er nú 40 krónur og til eldri 60 krónur. Áðrenn var tímalønin ávikavist 30 og 40 krónur. Lønin til tey, ið leggja teim ungu lag á, rindar kommunan.

? Tí er talið á teim ungu í skipanini komið niður í eina helvt, og ístaðin fyri at fáa arbeiði, enda tey ungu á bíðilista. Tað var sera óheppið at hækka lønina, tí ein avleiðing er, at ungfólkini gjørdust ikki so arbeiðssøkjandi og tí sita tey fastari í skipanini. Lønirnar kunnu samanberast við S&K-lønirnar. Tað ger at fólk hava søkt arbeiði hjá okkum, hóast tey hava arbeiði. Tí eru vit blivin til eitt alternativ til arbeiðsmarknaðin ístaðin fyri eitt alternativ til arbeiðisloysið, sigur Heðin Gásadal.

? Nógv arbeiðspláss royna at fáa fatur á fólki í skipanini, men vit geva ikki arbeiðsplássum arbeiði fyri einki. Vit brúka bara almenn arbeiðspláss, tí fara ungfólkini út á privat arbeiðspláss avlagar tað kappingina. Fer eitt ungfólk út á til dømis ein bilverkstað skulu øll verkstøðini hava. Fáu ferðirnar vit brúka almenn arbeiðspláss er tí vit ikki finna arbeiði innan tað almenna, sigur Heðin Gásadal.


Býti

Hvussu langur bíðilistin er er ilt at siga, tí tey sum melda seg til, fáa at vita, at tað er ógvuliga trupult at verða tikin inn og tí tíma tey ikki at skriva seg upp.

? Í øllum føri kann man siga, at vit fara ikki at klára at taka øll inn í ár, sigur Heðin Gásadal.

Skipanin er býtt sundur í tvey, annar parturin er fylpláss, har ungfólkini koma út á barnagarðar, ellisheim, á vardar verkstaðir, á Landssjúkrahúsið og onnur almenn arbeiðspláss. Har eru eini 40 arbeiðspláss at velja ímillum. Vanliga eru tríggjar verkætlanir, sum hvør hava trý-fimm fólk í arbeiði. Verkætlanirnar eru til dømis gøtur og brýr. Fólkini, sum ætlanin er at seta fara at hava millum 5-8 fólk í part undir sær. Skipanin hevur eisini ein verkstað.

Tað er ein fyrimunur hjá umsøkjarunum um teir hava handverkaraútbúgving, royndir innan jørð- ella betongarbeiði ella hava arbeitt við ungum fólki til dømis innan ítrótt, skótar ella líknandi. Umsóknir skulu vera Tórshavnar býráð í hendi í seinasta lagi næsta mánadag, 25. mai.