Gravgangur eftir íløgukvøldum hjá Føroya Banka

Herfyri boðaði Føroya Banki frá, at bankin fór at skipa fyri íløgukvøldi fyri kvinnum í Miðlahúsinum mikukvøldið 23. august. So stórur gravgangur er eftir at sleppa við, at bankin nú hevur gjørt av at skipa fyri trimum íløgukvøldum í Miðlahúsinum, mikukvøldið 23., hóskvøldið 24. og fríggjakvøldið 25. august kl. 19.30

Føroya Banki hevur sett saman eina spennandi skrá til íløgukvøldini. Úr bankanum fara Rúna Hentze, íløguráðgevi, og Kristina Háfoss, verkætlanarleiðari, at bera fram góð ráð um eftirlønaruppsparing og íløgumøguleikar. Ein kend kvinna úr føroyskum samfelagslívi fer eisini at siga sína hugsan um kvinnur og pengar.

- Endamálið við íløgukvøldunum er fyrst og fremst at upplýsa um, hvørjar fíggjarligar møguleikar kvinnur hava, og eggja kvinnum til at taka størri ábyrgd av egnum fíggjarviðurskiftum, sigur Føroya Banki á heimasíðu síni.

Kanningar hava víst, at kvinnur duga serliga væl at fáa avkast av íløgum, tí tær hava eina so veruleikakenda fatan av váða og møguligum vinningi. Meira verður at hoyra um m.a. hetta á íløgukvøldunum.

Millum framløgurnar verður tónleikur at hoyra, og skemtilig brot úr sjónleiki verða framførd. Eftir framløgurnar bjóðar Føroya Banki ábit, sum bara mannligir tænarar servera!

Stóri áhugin fyri íløgukvøldunum hjá Føroya Banka bendir á, at kvinnur gerast alsamt meira tilvitaðar um týdningin av, at tær er væl kunnaðar um síni egnu fíggjarviðurskifti, siga tey í Føroya Banka.