Gravkúgvin í Older-Dahlinum

lag: Í Himmalheiminum…

Í Older-Dahlinum stendur aftur nú ein kúgv -

aftur nú ein kúgv - ja, aftur nú ein kúgv,

Í Older-Dahlinum stendur aftur nú ein kúgv,

men eingin sigst vita hví.

Val er, val er, kanska er tað tí,

kúgv er komin Older-Dahlin í,

hetta er helst stemmufiskarí,

ei nakar ivast man í tí.

 

Skal hendan góða kúgv geva vágbingum ta trúgv,

vágbingum ta trúgv, ja, vágbingum ta trúgv,

at nakar setir búgv - bara tí ein gomul kúgv

í Older-Dahlin komin er.

Val er, val er, passa tí uppá,

lat teg ikki draga upp á tráð,

hetta her kann lumpa nøkur fá,

sum svølgja øllum lyftum ráð.

 

Tá valið tað er av, verður kúgvin sikkurt flutt,

hon var ein narrisutt, ja, bert ein narrisutt,

og øll, sum trúðu hesum, tey sita tá so mutt,

og støðan kennist heilt akutt.

Val er, val er, verið upp á vakt,

trúgvið ikki nøkrum, sum varð sagt,

tí alt snýr seg bert um vald og makt,

so betri var, teir høvdu tagt.

 

Nei, lat teg ikki lumpa av hesi góðu kúgv,

sum stendur har so trúgv, hon reisir einki búgv,

men hevja heldur hugin og hægri tú tær flúgv,

og bert upp á teg sjálvan trúgv.

Val er, val er, nakað eftir jól,

kúgvin hon er bert eitt skálkaskjól,

tann, sum nú skal lumpa Per og Pól,

er hann sum miðnámsskúlan stjól.