Henda ávaring kemur í kjalarvørrinum á dálkingarvanlukkuni í Meksikanska Flógvanum, har oljufelagið BP misti tamarhaldið á oljuframleiðsluni eftir eitt óhapp umborð á einum oljupalli.
Greenpeace sigur í tíðindaskrivi hósdagin, at stórur váði er við at framleiða olju frá oljukeldum vestan fyri Hetland.
Christian Bussau, lívfrøðingur hjá Greenpeace í Týskalandi sigur, at ein oljudálking lík henni í Meksikoflógvanum kann henda í Norðsjónum ella á djúpum vatni vestan fyri Hetland nær tað skal vera ella sum hann málber seg »any time«.
– Vanlukkan í Meksikoflógvanum vísir, at tað ber ikki til at meta um váðan við at framleiða olju offshore. Hann vísir á, at serstakliga stóran váða útgera tey bæði framleiðandi oljuskipini (FPSO) hjá BP vestan fyri Hetland, sum taka upp og goyma oljuna frá Foinaven og Schiehallion keldunum á meira enn 400 metra dýpi.
– Tess djúpri vatn, tess størri er váðin. Um eitt óhapp hendir í hesum umhvørvinum, so fer eingin at kunna koma niður til borihøvdið.
– Kavarar kunnu bara arbeiða á upp til 200 metra dýpi. Um eitt óhapp hendir, so verður fyristøðufelagið noytt til at brúka ómannaðar robottar, sum hava víst seg ikki at kunna brúkast í Meksikanska Flógvanum higartil sigur Bussau frá Greenpeace.
BP: Góðar royndir her
Ein umboðsmaður fyri BP sigur sambært Shetland News ma.: – Vit hava sera góð hagtøl fyri væleydnaða leiting og framleiðslu á djúpum vatni vestan fyri Hetland. Bæði Foinaven og Schiehallion keldurnar hava verið sera væleydnaðar og hava verið í drift í meira enn 15 ár.
Hann leggur aftrat, at allir upplýsingar og vitan frá óhappinum í Meksikoflógvanum, fara sjálvandi at verða brúkt í bretskum øki eisini.
Stjórin fyri »Oil Spill Prevention and Response Advisory Group« (OSPRAG), Mark McAllister, og stjóri í Fairfield Energy sigur, at einki »well blowout«, óhapp við boring, hevur verið seinastu 20 árini, men tíðin er kortini komin til at endurskoða allar skipanir í hesum sambandi.
Greenpeace skuldsetur eisini oljuídnaðin til at halda fram við at dálka umhvørvið við at koyra oljuvatn í havið. Sambært eini kanning, sum OSPAR, ein felagsskapur, sum hevur til uppgávu at verja umhvørvi á sjónum í norður og eystara partinum av Atlantshavi, gjørdi í 20017, so fóru umleið 10.000 tons av olju í havið í Norðsjónum.
Greenpeace sigur víðari, at kanningar úr luftini, sum felagsskapurin hevur gjørt, vísa, at olja sæst á havyvirflatuni rundan um fleiri av oljupallunum í Norðsjónum.
Amerikanska stjórnin hevur annars eftir stóru dálkivanlukkuna steðgað øllum boring við amerikonsku strendurnar í hesum árinum.