Fótbóltur
Tá bæði valevnini høvdu orðið undan sjálvari atkvøðugreiðsluni til forsetavalið, var rættiliga stórur munur á tí, sum ført varð fram.
Neyvan munnu Christian Andreasen og Høgni í Stórustovu hava ymiskar fatanir um, at FSF skal vera til fyri feløgini. Men í taluni til fundarfólki var tað tann professinelli advokaturin móti idealistinum frá vøllinum.
Og tað vóru orð, sum nývaldi forsetin helt fast um, tá vit eftir fundin tosaðu við hann.
- Felagsskapurin er í dag vorðin somikið stórur, at tað er neyðugt við eini ávísari professionalismu. Eg skal ikki siga, at tað ikki hevur verið støðan undan hesum fundinum. Men har eru nøkur ting, sum mugu strammast upp, soleiðis at nevndin tekur sær av meira yvirordnaðum tingum, meðan umsitingin tekur sær av tí dagliga rakstrinum av FSF.
- Og so ræður tað um at fáa góð fólk í undirnevndirnar. Og tað er eingin, sum sigur, at tað bert eru starvsnevndarlimir, sum eru í hesum nevndum. Er tað góð fólk uttanfyri FSF, sum kunnu geva eitt gott ískoyti til arbeiðið við landsliðnum, ungdómsarbeiðnum og øðrum, so eiga vit sjálvandi at gera nýtslu av hesum. Eisini tí tað skapar eitt mótsetningsforhold millum nevndarlimir og feløg, tá hesir hava verið partur av málsviðgerðum. Tá hava feløgini fatað tað so, at limirnir hava tikið partí við ávísum feløgum, og tað er ongan tíð meiningin. Tí nevndin í FSF skal arbeiða fyri øll feløgini, sigur Christian Andreasen.
- Setningurin hjá nevndini verður at taka sær av yvirskipaðum málum og sjálvandi at leggja ta strategi, sum føroyskur fótbóltur skal virka eftir.
Tá tú tosar um strategi. Eru tað tá serlig viðurskifti, sum liggja tær serliga nær hjartanum?
- Tað er týdningarmikið, at vit fremja nakrar umskipanir, soleiðis at FSF verður meira fleiksibult og meira opið. Men eitt annað er eisini fíggjarligi parturin. FSF má hava eina neyvari fíggjarstýrin, men tað mugu feløgini so sanniliga eisini hava. FSF hevur hampuliga stórar ressourcir, og tað vildi verið áhugavert at vita, um vit ikki kunnu umfordeila hetta upp á onkran øðrvísi máta, sigur Christian Andreasen.