Greiðari flytingarreglur

Miðjað verður nú eftir, at hendingin frá dystinum millum AB og Sumba ikki skal endurtaka seg. Ikki færri enn tvær lógarbroytingar skulu forða fyri hesum

Leikaraskifti

Øgiligt rumbul tók seg upp í fjør heyst, tá AB og Sumba fóru at klandrast um, hvørt ein leikari hjá AB hevði leikt ólógliga ella ikki, tá liðini bæði hittust.
AB vann dystin úti á Argjum, men tað vórðu at enda sumbingar, sum fingu stigini við sær, tá dómsnevndini gjørdi av, at leikarin hevði fingið leikloyvi útflýggjað undir skeivum fortreytum. Hetta hóast tað í útgreiningunum til kappingarreglurnar var staðfest, at er leikloyvi útflýggjað, so kann spurnartekin ikki setast við hetta.
Trupulleikin ta ferðina var, at AB helt leikaran vera leysan av vanligu flytingarreglunum, tá hann eitt skifti hevði verið í Danmark, men júst hetta verður nú lýst neyvt í kappingarreglunum. Her kemur at standa, at skráseting og loyvisbræv er í gildi, til felag gevur kappingarevndini skrivliga fráboðan um, at viðkomandi leikari ikki longur leikara fyri felagið.
Hartil verður nú eisini lagt uppfyri teimum støðum, sum fleiri ferðir eru komnar fyri, tá kappingarnevndin í evstu løtu verður biðin um at avgreiða eitt leikloyvi. Dømi um hetta var eisini hendingin við AB og Sumba, har argjamenn í evstu løtu komu við umbøn síni, sum soleiðis varð viðgjørd, uttan at alt tað neyðuga skjalatilfarið fyrilá ella varð fingið til vega.
Grein 15 í kappingarreglunum kemur nú at staðfesta, at kappingarnevndin kann áseta í kunngerð nærri reglur millum innlatan av umsókn og frávik hesum viðvikjandi.
Tað vil við øðrum orðum siga, at um kappingarnevndin ynskir tað, so kann nú ásetast, nær nevndin í seinsta lagi skal hava eina umsókn um leikloyvi. Eisini verður í viðmerkingini staðfest, at við »umsókn« skal skiljast, at alt viðkomandi skjalatilfar fyriliggur í málinum, soleiðis at nevndin hevur haldgott grundarlag at byggja sína støðu á.