Í morgin, fríggjadagin 9. januar hava hjúnini Esther og Benny Drewsen gullbrúðleyp. Talan verður um ein stillan hátíðardag fyri gullbrúðarparið, sum fer at halda dagin saman við innbodnum fólki.
Tó í sambandi við dagin fer Rás2 at senda fyrsta part av einari longri samrøðu við Benny Drewsen. Í samrøðuni, sum verður á skrá á Rás2 klokkan 9.50 til 10.50 í morgin greiðir Benny frá barna- og ungdómsárunum í Keypmannahavn. Um síni fyrstu ár, sum sjómaður í millumlanda sigling, og um hvussu hann kom í samband við føroyingar, og gjørdist partur av brøðrasamkomuni.
Í 2. parti, sum verður sendur fríggjadagin 16. januar fer Benny m.a. at greiða frá tíðini hann sigldi við kongaskipinum "Dannebrog", tá sjómanskongurin, Fríðrikkur 9. varð á døgum.
Samrøðan varð tikin upp í 2012, men er ikki send áður.