Greipuvinnarar hjá dreingjum

B36 er eitt av felagnum, sum í ár hevur havt góða úrtøku í yngru deildunum. Serstakliga hevur tað gingið væl hjá dreingjaliðnum, sum við einum sigri á NSÍ í næst seinasta umfarinum tryggjaði sær næsta gullið á árinum. Fyrr í ár vunnu teir nevnliga eisini steypakappingina, og tí vórðu serstakar troyggjur gjørdar undan seinasta dystinum.
Tann dysturin var ímóti VB, og við einum 4-1 sigri kundu dreingirnir soleiðis staðfesta, at teir høvdu besta liðið í deildini í ár.


Greipuvinnararnir í dreingjadeildini eru her avmyndaðir eftir seinasta dystin. Standandi frá vinstru eru tað Bjarni Arnason, venjari, Kristian Mohr Heen, Torvald Abrahamsen, Julian Jónsson, Sjúrður Thomassen, Sigurð Carlsson, Rasmus Nielsen, Jan Olsen og Allan Dybczak, høvuðsvenjari. Húkandi frá vinstru eru tað Janus Mortensen, Brandur M. Nolsøe, Høgni Eysturoy, Johan Ellingsgaard, Jóan Pauli Jacobsen, Kristian í Garði, Johannes Martin Johannesen, Uni Johannesen, Rúnar í Lon og Magnus í Króki