Greitt nei á fólkaatkvøðuni

Varð fólkaatkvøða hildin nú, hevði ein greiður meiriluti atkvøtt nei til fullveldisleistin hjá landsstýrinum. Hetta sýnir nýggjasta veljarakanningin, sum Útvarpið og Dimmalætting almannakunngjørdu fríggjadagin

 

Føroyska fólkið tekur ikki undir við fullveldisleistinum hjá landsstýrinum.

Hetta sýnir nýggjasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Útvarpið og Dimmalætting. Kanningin varð almannakunngjørd fríggjadagin.

Sambært veljarakanningini, taka einans 36,9 prosent av Føroya fóki undir við fullveldisleisti landsstýrisins. 50,6 prosent ætla sær at atkvøða nei á fólkaatkvøðuni í mai. Síðani eru tað 12,5 prosent, sum enn ikki hava tikið støðu, men hóast øll hesi velja at siga ja í mai, er hetta ikki nóg mikið til at fáa meiriluta fyri fullveldisleistinum. Siga øll tey 12,5 prosentini av ivandi ja, fellur uppskotið hjá landsstýrinum við 49,4 prosentum fyri og 50,6 prosentum ímóti.

Um vit ikki telja tey ivandi uppí og rokna úrslitið út frá teimum 87,5 prosentunum, sum sambært kanningini hava tikið støðu, eru 57,7 prosent av veljarunum ímóti fullveldisleistinum hjá landsstýrinum. Einans 42,3 av teimum, sum hava tikið støðu, ætla sær at atkvøða ja.

Sostatt sýnir veljarakanningin heilt greitt, at landsstýrið ikki fær meiriluta fyri ætlan síni, uttan so, at tað eydnast at fáa sannført nakrar av nei sigarunum til at siga ja.


Mist meirilutan

Tað eru tó ikki bert tølini um fullveldisleistin, sum eru ørkymlandi fyri samgonguflokkarnar. Sambært veljarakanningini hevur samgongan eisini mist meirilutan á tingi.

Fólkaflokkurin fær eitt vánaligt úrslit og missir tvey umboð á tingi, meðan Sjálvstýrisflokkurin missir annað av sínum tveimum umboðum. Tjóðveldisflokkurin fær tó eitt umboð afturat og verður størsti flokkur við 9 umboðum á tingi.

Men samstundis fær Sambandsflokkurin tvey umboð afturat og Javnaðarflokkurin eitt umboð.

Tískil verður býtið millum samgongu og andstøðu við verandi flokkum, at samgongan og andstøðan fáa hvør síni 16 umboð á tingi. Samanborið við seinasta val, missir samgongan tvey umboð, meðan andstøðan fær tvey umboð afturat.

Teir báðir smærru miðflokkarnir, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin, fáa báðir vánaligt úrslit í veljarakannigini. Miðflokkurin missir sína umboðan á tingi, meðan Sjálvstýrisflokkurin missir annað av sínum tveimum umboðum.