Greta og Levi Joensen gullbrúdleyp

Í dag, leygardagin 20. november, eru tað 50 ár síðani, at Greta og Levi Joensen í Klaksvík gingu saman í hjúnarlag.

Síðani í 1984 hava tey bæði stóran part av tíðini verið í Hirtshals. Seinastu árini hava tey tó verið í Klaksvík myrkastu mánaðirnar. Stóri dagurin hjá teimum báðum verður hildin í Betesda í dag. Har verður opið hús frá kl. 4 seinnapartin.
Selma Margretha ella Greta, sum hon altíð hevur verið nevnd, er fødd 16. oktober 1932 og ættað úr Fuglafirði. Foreldrini vóru Jana og Poul Nolsøe Olsen ella Leirvíks Poul, sum hann varð nevndur. Greta er nummar fimm í røðini av teimum átta børnunum, sum Jana og Poul fingu.
Greta kom ung til Klaksvíkar. Hon var í húsinum hjá Giggu og Theodor við Keldu. Tey góvu henni tað skoðsmál, at hon, hóast hon var blaðung, var ábyrgdarfull, sera umgeingilig og røsk.
Levi, sum er føddur 12. oktober í 1933, er sonur Armgaard og Dávur Joensen ella Dáva úr Gerðum, sum hann altíð varð nevndur. Levi var yngstur av tíggju systkjum.
Tað var longu runnið saman millum Gretu og Levi, áðrenn hon kom til Klaksvíkar. Tá ið tey fyri hálvari øld síðani og blaðung giftust, settu tey búgv á Vágsheygnum, har foreldur hansara frammanundan búðu. Upprunaliga var tað Karl á Vágsheygnum, sum var abbi Armgaard og harvið langabbi Levi, ið setti seg niður her fyrrapartin av 1860unum. Hann var bóndasonur úr Gerðum og fyrsti maður, sum búsettist á Vágsheygnum. Armgaard og Dávur giftust inn á Vágsheygnum, og seinni umbygdi Dávur húsini. Greta og Levi búgva framvegis á Vágsheygnum, tá ið tey eru í Klaksvík.
Síðani í 1984 hava Greta og Levi verið í fulltíðar kristiligum arbeiði í Danmark. Í fyrstu atløgu var tað serliga arbeiði millum føroyskar sjómenn í Danmark, sum tey kendu ábyrgd fyri. Men virksemið øktist rættuliga skjótt. Hús vórðu keypt, sum verða nevnd Malta, og nú er lutfalsliga stór samkoma í Hirtshals, har nógvir føroyingar savnast. Framvegis er tað soleiðis, at nógvir sjómenn vitja á gátt, og har njóta teir blíðsskap frá Gretu og práta við Levi. Saman við øðrum ger Levi hvønn mánað møtiferðir suður ígjøgnum Jylland. Eitt nú verður vitjað í Esbjerg, Vejle og Sønderborg. Tey hava eisini vitjað á eitt nú Bornholm og í Frederikshavn, og tá ið tey eru í Føroyum, eru tey dúglig at vitja kring landið við góða boðskapinum.
Greta og Levi eiga fimm børn: Jóhan Páll, Malan, Jóna, Rógvi og Mirjam. Fýra tey fyrstu búgva í Klaksvík, og Mirjam býr í Runavík. Barnabørnini eru sekstan, og higartil eru fýra komin í triðja ættarliðnum.
Levi fór blaðungur til skips, og á sjónum var hansara arbeiðslív. Fyrsta skipið var trolarin Dragaberg, sum Jóannes, beiggi Levi, førdi. Síðani var Levi við Skálanesi, sum pápin átti saman við Kjølbro, og sum elsti beiggin, Óli, førdi, eftir at pápin var uppilagstur.
Í mars í 1955 tók Levi skiparaprógv í Klaksvík, og eftir tað førdi hann nógv skip: Viðoy, Skálanes, Stella Maria, Stella Karina, Klettur, sum hann sjálvur átti, Porkerisnes og av og á útróðrarbátarnar Soli deo Gloria, sum Jóannes átti, og Byrgi, sum Dávavirkið átti.
Seinni var Levi við kraftblokkaskipum. Eitt nú sigldi hann við skipunum hjá vinmanninum Eileri Jacobsen og við Polaris. Hesi skipini sigldu nógv upp á Hirtshals, og tá var tað, at Levi fekk visiónini um at fara undir kristiligt verk í Danmark. Í fyrstu atløgu skipaði hann saman við øðrum fyri møtirøðum í Hirtshals um sumrarnar, og so var tað, at Malta varð keypt, og Greta og Levi fluttu til Danmarkar.
Ikki minst hjá sjómanni og honum, sum á landi hevur havt so alment virksemi, sum Levi hevur verið uppií, hevur tað havt stóran týdning at hava ein góðan bakk. Eingin, sum kennir tey bæði, ivast í, at Greta hevur røkt uppgávuna til lítar.