Greta Svabo – Heimsspekiligir tónar

Føroyska Greta Svabo býr í dag úti á landinum í Frankaríki, har hon skrivar egnan tónleik, sum hon tekur upp í vakra landslagnum, ofta í túninum, bert við eini mikrofon og einum spolabandupptakara. Hon skrivar tíðarleysar sangir, sum hava heimsspekiligan og alvitandi dám. Og tá ið hon framførir á pallinum ert tú ikki í iva: Tú ert í rúmi við eini stjørnu.

 

Hon er áður tilnevnd eina Grammy virðisløn og hevur arbeitt á skeringum hjá heimskendu Deadmau5, The Bloody Beetroots, Cher og Ludovico Einaudi.

 

Vit eru bæði errin og takksom, at tað hevur eyðnast okkum, at fáa Gretu Svabo heim at framføra fyri okkum á G! 2025.

 

Vanliga avdúka vit hvønn týsdag eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025, men hesa vikuna er Spæl Føroyskt vika, tí práta vit bert um føroysk nøvn og avdúka hvønn dag í vikuni enn eitt frálíkt føroyskt navn. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo og nógv onnur.

 

G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár.