Gretha Petersen cand. merc.

Í novembur 2003 tók Gretha Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur í Klaksvík, prógv sum cand. merc. í fíggjarstýring.

Kandidatritgerð hennara snúði seg um organisasjónsfatan og leiðsluáskoðan viðvíkjandi HS, tað er høvuðsstaðar sjúkrahúsfelagsskapurin í Danmark.
Gretha er 45 ára gomul og starvast í løtuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon er fødd og uppvaksin í Klaksvík, dóttir Almu og Mikkjal Lenus Petersen. Eftir loknan realskúla arbeiddi hon á flakavirki eina tíð, og í 1978 tók hon prógv á HF í Klaksvík. Eitt skifti var hon gongsgenta á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og í 1978 tók hon handelsmedhjælpereksamen.
Í 1981 fór hon niður á Københavns Amts Sygeplejeskole i Glostrup at lesa til sjúkrasystir og varð hon útlærd í 1984, og í 1989 tók hon Sygeplejefaglig Diplomeksamen við sergrein í leiðslu. Í 1996 tók hon prógv sum civilokonom við Handilsháskúlan í Keypmannahavn.
Meðan Gretha hevur lisið á HHK, hevur hon starvast sum sjúkrasystir á hjartadeplinum á Ríkissjúkrahúsinum.