Tað var ikki hissini elddópur, ið Jákup Mikkelsen fekk sum føroyskur landsliðsmálverji á Kreta í 1995 móti Grikkalandi. – Hvørja ferð eg fór eftir bóltinum, so spýttu áskoðararnir eftir mær, greiðir Jákup Mikkelsen frá, sum nú 19 ár seinni aftur skal til Grikkalands.
Hoyr longri samrøðuna við Jákup Mikkelsen við at trýsta á pílin undir myndini
Jákup Mikkelsen er 25 ára gamal, tá hann spælir sín fyrsta altjóða landsdyst. Hann fær ikki eina mjúka byrjan, tí griksku áskoðararnir spýta í andlitið á føroyska málverjanum hvørja ferð hann skal eftir bóltinum aftanfyri málið.
Áskoðararnir hanga á trygdarnetinum, sum er aftanfyri málið. Teir koma tætt upp á Jákup Mikkelsen, tá hann skal eftir bóltin. Millum illbønirnar hoyrist eisini hvussu áskoðararnir spýta. Tað er ikki ein hóttan. Teir spýta veruliga eftir klaksvíkinginum.
Í samrøðuni tosar Jákup Mikkelsen eisini um Fróða Benjaminsen, ið spælir landsdyst nummar 83
- Eg føldi hvussu teir spýttu á meg, so eg mátti fara venda høvdið hinvegin, tá eg fór eftir bóltinum, greiðir Jákup Mikkelsen frá, meðan hann hevur besta huga at rista við høvdinum og smílast eitt sindur eftir hendingini.
Í dag er hendingin bara enn ein røvarasøga, sum fyrrverandi landsliðspælarin kann fortelja víðari. Men tann dagin á Theodoros Vardinogiannis leikvøllinum á Kreta var tað álvara.
- Eg minnist, at bæði eg og Allan Mørkøre gjørdu vart við okkum til dómaran, men eg haldi ikki hann kundi gera so nógv, sigur 44 ára gamli Jákup Mikkelsen, sum í dag er málmansvenjari hjá føroyska landsliðnum.
Stóð sterkur í mótganginum
Vit skulu 19 ár aftur í tíðina fyri at finna hendingina á Theodoros Vardinogiannis leikvøllinum á Kreta. Jákup Mikkelsen hevur í nakrar mánaðir spælt fast í donsku superliguni, har hann spælir við Herfølge.
Hann eltir fysta plássið millum stengurnar, sum Jens Martin Kundsen hevur sitið tungt á síðani søguliga sigurin í Landskrona móti Eysturríki. Tað mutlar í fjølmiðlunum, at hesa ferð fer klaksvíkingur at fáa møguleikan. Kappingin í Føroyum er enda nakað áðrenn hendan landsdystin í november, meðan Jákup er í gongd í donsku kappingini. Tí velur Allan Simonsen at geva Jákupi møguleikan í einum dysti við krevjandi umstøðum. Ein “heksa ketil” kallar málverjin stemmningin kring dystin móti Grikkalandi. 9850 villir grikkar eru á leikvøllinum og teir eru ikki gestablíðir, men tað bara styrkir málverjan, sum spældi væl.
Í samrøðuni tosar Jákup Mikkelsen eisini um framtíðina, nú hann er givin sum fótbóltsspælari
- Mær dámar altíð væl, tá áskoðararnir hjá hinum eru eftir mær. Tá blívi eg sterkari og vil vísa teimum. Tað gjørdi eg hendan dagin og eg haldi vit spældu væl, sigur Jákup Mikkelsen um fyrsta tíman av dystinum, greiðir Jákup Mikkelsen frá.
Tíverri heldur føroyska liðið ikki stand allan seinna hálvleik, tí tá dysturin er ein tíma gamal, so kemur hol á.
- Eg fari eftir einum bólti og fái fingrarnar á hann, men hann endar hjá einum av teimum, ið skorar. Hevði eg ikki nortið við bóltin, so hevði okkara høgri bakkur fingið hann, sigur Jákup argur á málinum – 19 ár seinni.
Jákup er í dag við landsliðnum sum málmansvenjari. Føroyar spæla í kvøld móti Grikkalandi í Athen. Dysturin byrjar klokkan 19.45.