Atgongumerkjasølan til landsdystin móti Grikkalandi 13. juni, byrjar klokkan 16.00 í dag.
Føroyar vunnu jú dystin í Grikkalandi í novembur 1-0, við máli sum Jóan Símun Edmundsson skoraði í 61. minutti. Flestu viðmerkjarar vóru á einum máli um, at føroyski sigurin var væl uppiborin.
Grikkaland eru jú ikki hvør sum helst í fótbóltshøpi heldur. Tað eru ikki fleiri enn 11 ár síðani, í Portugal í 2004, at Grikkaland vann EM í fótbólti, tá teir í finaluni vunnu 1-0 á vertstjóðini Portugal. Síðani sigurin í EM 2004, hevur Grikkaland verið umboðað í øllum EM og HM-endaspølunum uttan einum. Liðið hevur eisini støðugt liðið í topp 30 á styrkislistanum hjá FIFA síðani sigurin í Grikkalandi.
13. juni eru teir so á Tórsvølli. EM-undankappingin hevur ikki hilnast serliga væl hjá fyrrverandi evropameistaranum, sum í løtuni liggja aftast í bólkinum, við einans tveimum stigum fyri fimm dystir. Føroyar liggja næst aftast, við trimum stigum.
Nakað av hátíðardámi verður eisini yvir dystinum, tí hetta verður fyrsti landsdysturin eftir at nýggja skýli á eystursíðuni er liðugt. Í hesum sambandi verður UEFA-forsetin og gamla franska fótbóltshetjan, Michel Platini, eisini til staðar.