Hóast ógvuliga harðlig mótmælistiltøk um alt landið samtykti grikska tjóðartingið í gjárkvøldið eitt umfatandi spariuppskot frá stjórnini, og sostatt hevur landið lokið treytina fyri at fáa meiri pening frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum.
Eftir uppskotinum skal Grikkaland spara 13,5 milliardir evrur, og tað fer millum annað at hava við sær, at skatturin hækkar, og at pensjónirnar lækka. 153 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum, og 150 atkvøddu ímóti. Áðrenn tinglimirnir atkvøddu, segði forsætisráðharrin, Antonis Samaras, at bleiv uppskotið ikki samtykt, verður grikski ríkiskassin tómur seinni í hesum mánaðinum.
Løgreglan í Athen mátti brúka táragass ímóti mótmælisfólki, sum tveittu heimagjørdar benzinbumbur eftir løgregluni.