Grikkar fáa ikki hjálp eina ferð afturat

Týski fíggjarmálaráðharrin, Wolfgang Schäuble, gjørdi í dag greitt, at Grikkaland fær ikki fíggjarliga hjálp frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF eina ferð afturat.

Grikkar hava fingið hjálp frá ES og IMF í tveimum umførum. Fyrst fingu teir 110 milliardir evrur í mai í 2010 og síðani 130 milliardir evrur í oktober í fjør. Samstundis vórðu 100 milliardir evrur, sum Grikkaland skyldaði, avskrivaðar.

Grikska stjórnin hevur í seinastuni roynt at fáa betri stundir til at fremja tær sparingar og nýskipanir, sum lánveistararnir hava kravt afturfyri at hjálpa landinum. Eftir lánstreytunum skulu sparingarnar fremast eftir tveimum árum, men stjórnin vil hava tvey ár afturat.