Grimsby uttan Geza misti uppflytingarmøguleikan

Grimsby endaði á einum níggjunda plássi

Liðið hjá David Geza Turi, Grimsby fer ikki at spæla dystir um uppflyting úr fjórðbestu fótbóltsdeildini í Onglandi. 

 

Grimsby mátti í dag vinna á AFC Wimbledon í seinasta leikumfarinum. Men dysturin á heimavølli endaði við 1-0 sigri til Wimbledon, ið skoraði sigursmálið í 52. minutti. 

 

Geza var ikki við í hópinum í dag, og hann hevur ikki verið við í hópinum seinastu tríggjar dystirnar. 

 

Grimsby endaði á einum níggjunda plássi við 68 stigum. Tvey stig eru upp til Chesterfield, ið er á sjeynda plássinum, ið gevur rætt til at spæla dystir um uppflyting til triðbestu deildina.

 

Grimsby megnaði bert trý stig í fimm teimum seinastu dystunum, og tað kostaði dýrt í seinasta enda. 

 

HER er endaliga støðan millum tey fremstu liðini:

 

##med2##

 

Kelda: Soccerstand