Grimsby megnaði ikki at gagnnýta yvirtalsstøðuna

Allan seinna hálvleik var liðið hjá David Geza Turi ein leikari fleiri á vøllinum

Mynd: Grimsby Town FC

Tíggjunda dystin fekk liðið hjá David Geza Turi úrtøku í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini, League Two.

 

Í kvøld endaði tað við javnleiki 2-2 móti Walsall á Blundell Park leikvøllinum, og tað er eitt vónbrot fyri Grimsby. 

 

Walsall, ið var á odda 1-0 í steðginum fekk ein spælara vístan av vøllinum beint undan steðginum.

 

Andy Cook skoraði tvær ferðir og legði Grimsby á odda 2-1. Men hóast teir vóru 10 móti 11 eydnaðist tað Walsall at javna til 2-2, og harvið tryggja sær eitt týðandi stig í uppflytingarstríðnum.

 

Geza fekk ein tíma á vøllinum í kvøld.

 

Grimsby er nummar 10 í deildini við 49 stigum. Teir eru trý stig frá týðandi sjeynda plássinum, ið gevur rættin at spæla um uppflyting.

 

Leygardagin klokkan 15 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Bristol Rovers. 

 

 

 

Mynd: Grimsby Town FC