Grind í Hestfirði


 

Mánadagin vóru grindaboð í Hestfirði. Ein maður hevði sæð ein grindabólk úr bilinum á Velbastað, og hann boðaði beinanvegin frá. Hetta var stutt eftir middag.

Sýslumenn og grindaformenn fingu boðini, og nakrir bátar løgdu frá landi at leita eftir grindini.

Men grindin var ikki at finna, tá bátarnir fóru at leita eftir henni. Hesin bólkurin slapp sostatt væl frá at svimja millum oyggjarnar á hesum sinni.