Gamalt og nýtt , ung og gomul, farandi og komandi var partur av boðskapinum, tá umleið 70 føroyingar í Bretlandi hittust til eitt sera kærkomið hugnakvøld á donsku sendistovuni í London týsdagin í farnu viku. Hóast einki føroyingarfelag sum so er í Bretlandi, hevur verið siður at savna føroyingar eina ferð um árið til eina hugnaliga samkomu. Tað verður hildið, at einir 500 føroyingar búgva í Bretlandi, tá er 2. ættarlið eisini við. At fáa nærum 100 at hittast á samkomu týskvøld má sigast at vera sera gott. Og tað skuldi eisini vísa seg at blíva eitt sera væleydnað kvø ld, har øll fóru heimaftur glaðari og fegin um at vera føroyinga r í fremmandum landi.
Mettandi og upplýsandi
Hesaferð var gjørt eitt sindur meira burtur úr enn til slík kvøld. Boðsent varð eftir góðum og fjølbroyttum føroyskum mati og fleiri fyrilestrarhaldarum at gera hugnaløtuna bæði mettandi og upplýsandi. Borðreitt varð við tí allarbesta viðskeranum frá Miklagarði, ið hugsast kann, alt frá skerpikjøti, rullupylsu, røstum kjøti og turrari grind og spiki, sum vit ikki vita, hvussu leingi aftrat er við á føroyskari viðskeramenu, tá hugsað verður um mótstøðuna móti hesum góðu bitum ? og sigst ? heilsuvandanum. Afturvið hesum góða mati var so eisini gott Mungát øl frá Restorffs, so alt varð gjørt fyri at seta heimlongsul og góð minni heiman í andglettin.
Men hugnaløtan var tó eisini annað enn matur og drekka. Hon var eisini merkt av vinnu og mentan. Oljan, sum mong av okkum seta sítt álit á, var eisini ein týðandi partur av føroyakvøldinum í Sloan Street nr. 55 - í hjartanum á London. Eingin minni enn landsstýrismaðurin í oljumálum, Eyðun Elttør setti sín serstaka dám á samkomuna, tá hann fór á røðarapallin. Hevði meira hug at tosa um tað góða í okkum øllum og hvussu vit troyta tað heldur enn júst at vilja troyta eitt møguligt oljutilfeingi. Tað tosaðu Herálvur Joensen frá Oljumálaráðnum og Rúni Hansen frá Statoil meira um. Og við sær til samkomuna hevði Statoilstjórin fyrsta oljufilmin, sum er gjørdur í Føroyum, um ta fyrstu oljuboringina nakrantíð. Eftir tað tosaði blaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller um samfelagsligar avleiðingar av eini møguligari oljuvinnu. Hann helt fyri, at tað eru vit sjálvi, sum gera av, hvussu avleiðingarnar skulu vera, uppá gott og ilt.
Føroyskur matur, føroysk olja og loksins føroyskur tónleikur. Ungu og ediligu tónlistafólkini Sigrid Rasmussen og Teitur Lassen bergtóku bæði útisetar og gestirnar heimaífrá hesa ógloymandi løtuna - við sínum inniliga, hjartaliga og hugvekjandi sangi og tónleiki. Hon lesur tónleik í bretska høvuðsstaðnum, hann riggar til at koma á altjóða tónleikamarknaðin við spennandi og vælljóman di fløgu. Hóast løtan var stutt so sungu tey seg beint inn í tey føroysku hjørtuni við sínum vøkru fosturlandssongum.
Tað var annars John Rajani, føroyski sendimaðurin á donsku umboðsstovuni í Londum, sum beyð vælkomin til kvøldið, ið valt varð at kalla eitt evnis- og hugnakvøld. Hann greiddi frá, at Sendistova Føroya í Bretlandi byrjaði sítt virksemi 1. september 2002. Tað hendi eftir at Sofus Poulsen fór frá sum føryskt umboð í Aberdeen eftir drúgva og óføra tænastu. Tá gjørdi landsstýrið av at seta á stovn eina sendistovu í London.
John Rajani, sum saman við familju síni eftir øllum at døma, hevur funnið seg væl til rættis í tí nýggja stórbýar umhvørvinum langt heimanífrá og sum longu er farin í gongd við nógvar spennandi og fyri føroyingar týdningarmiklar uppgávur, fegnaðist um stóru luttøkuna. Hann vísti á, at sum sendistova hava tey ikki ábyrgdina av at taka sær av slíkum kvøldi men vildi man gjarna stuðla undir og hjálpa teimum, sum taka stig til slíkt. Tað hava undanfarnu árini verið sjálvbodnir føroy-ingar, sum búgva í London, ið hava virkað sum savnandi fyri føroyingar í Bretlandi, nevniliga Marjun Joensen King, Helgi Joensen og Louis Apol Wilson.Við felagsskapinum FISC, Faroe Island Solidarity Committie hava tey roynt at tala søk Føroya í Bretlandi, eitt nú við at greiða frá, hvussu grindadráp verður skipað í dag fyri harvið at ganga ímóti teimum bólkum í Bretlandi, sum royna at steðga grindadrápi. Tey hava so eisini skipað fyri árligu samkomunum fyri føroyingar, og vóru tey eisini øll hjástødd til løtuna.
Har vóru so bæði ung sum eldri. Nýggi sjómanspresturin , sum er settur í Hull, Hjørdis Kjærgaard, var har, har vóru føroyingar, sum hava búð í Bretlandi meginpartin av sínum lívi og har vórðu mong ung, sum nema sær útbúg ving í Bretlandi.
Tiltakið varð stuðlað av eitt nú Statoil, Smyril Line og Restorffs. Danska sendistovan lat høli til kvøldið.