Grind skal býtast øðrvísi enn nú

Skulu sýslumenn framvegis hava tvey prosent av hvørjari grind, og skal parturin hjá grindaformonnum broytast. Og skulu kommunurnar eisini fáa grindapart?

Tað verður neyðugt at endurskoða mátan, sum grind verður skift upp á.

Tað heldur Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Løgtingið hevur vigjørt eitt uppskot um eina grindalóg, sum setir greiðar reglur fyri, hvussu grindadráp skal skipast.

 

Janus Rein vísir á, at í uppskotinum stendur, at kommunurnar skulu tekna tryggingar fyri fólkaskaða, sum kann henda í einum grindadrápi. Hann vísir á, at hetta er nakað nýtt. Honum vitandi hevur tað gamla verið, at orsøkin til at grindaformenn og sýslumenn hava fingið so stóran part, hevur nettupp verið fyri kunna veita endurgjald fyri grindaskaða.

 

- Men skulu kommunurnar nú tekna tryggingar, má grindin skiftast øðrvísi, so at kommunurnar eisini fáa grindapart fyri sínar útreiðslur.

 

- Tað er landsstýrismaðurin sum ásetir býtið og hetta er ein spurningur, eg fari at taka upp við landsstýrismannin, sigur Janus Rein.

 

Men hann sigur, at tá ið samanum kemur, verður tað nokk kommunurnar, sum eiga at taka spurningin upp við landsstýrismannin, sigur Janus Rein.

 

Eisini Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, heldur, at vit eiga at tora viðgera um parturin hjá sýslumonnum er ov stórur, tí upprunaliga var ein partur, av grindapartinum hjá sýslumonnum, nettupp fyri at kunna veita endurgjald fyri skaðar.

 

- Her hevur veruleikan yvirhálað gamla siðvenju, heldur Høgni Hoydal.