Grindabátar fara av Eiðinum

Í Vági eru gomlu og tiltiknu grindabátarnir. Teir eru meira enn bert fornminni, og í morgin tíðliga er ætlanin at fara við bátunum av Eiðinum í Vági og til Fámjins Í Vági er tvírøtt. Fyrr var útróður av Eiðinum, eins væl og av fjørðinum.

Í Vági eru eisini gomlu grindabátarnir, og í morgin (2. hvítusunnudag) tíðliga kl. 8:00 er ætlanin at rógva av Eiðinum og til Fámjins.

Har verður gudstænasta kl. 11.00, har Jónsvein Bech, prestur, prædikar.

Í bygdarhúsinum fæst kaffi og ábit.

Gomlu grindabátarnir hava søguligt virði, og onkur teirra er yvir 100 ára gamal.

Bátarnir eru fingnir vestur á Eiði og standa klárar til fráferð.

Menn hava prátað um at fáa gomlu neystini á Eðinum upp at standa aftur, og kanska ferðin í morgin fær menn at gera álvara av hesi ætlan.