Sunnudagin drógu vágbingar knørr úr neysti. Gomlu grindabátarnir komu aftur á bylgjuna bláu og siglt var við seglum á fjørðinum. Eitt lítið lot og annars gott veður gjørdi løtuna hugtakandi. Kappróðrarbátarnir hjá Vágs Kappróðrarfelag tóku eisini lut í siglingini, sum kom í lag, tí fólk frá Víkingaskipasavninum í Roskilde eru á vitjan í Føroyum í hesum døgum. Vitjað varð eisini vesturi á Eiðinum í Vági, har róð hevur verið út. Á kvøldi var fyrilestur í Stóra Pakkhúsi og mánadagurin var millum annað ætlaður vitjan í Hvalba.