Grindabátar úr Vági rógva til Havnar

Klokkan 15.00 seinnapartin fara 10 av teimum aldargómlu grindabátunum úr Vági, sluppin Johanna TG 326 og deksbáturin Nólsoyar Páll og aðrir bátar av Vági við kós móti Havnini. Í dag verður siglt (róð og siglt við seglum) av Vági til Skálavíkar, har steðgað verður á fyri náttina. Eftir døgurða í morgin leygardagin, tá streymviðurskiftini eru best, verður farið av Skálavík og róð/siglt norður til Havnar. Grindabátarnir við fylgi verða væntandi á Havnini umleið kl. 19.00 leygardagin. Við á ferðini eru 100-120 mans í øllum aldursbólkum.

Á ferðini til Havnar verður sum skilst væl tikið ímóti okkum í Skálavík, har vit fara at liggja nátt. Í Vágsbotni í Havn verður eisini skipað fyri móttøku, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jákup Símun Simonsen, formaður í Havnanevndini saman við býráðslimum vegna Tórshavnar Kommunu taka ímóti.

Í Vági eru vit í teirri hepnu støðu, at tað hevur eydnast at varðveita teir flestu av gomlu grindabátunum, teir flestu eru 8 og 10 mannafør. Grindabátarnir verða brúktir tann dag í dag og hendan ferðin til Havnar verður gjørd sum ein søgulig ferð, har ferðast verður til miðstaðarøkið á sama hátt, sum fyri fleiri enn 100 árum síðani. Ferðin verður hartil gjørd sum ein heiðran av Tórshavnar Kommunu á 100 ára føðingardegnum.

Tíðarætlan fyri ferðina

Fríggjadagin 24. juli

Kl. 15.00 Fráferð úr Vági

Út á kvøldið: Koma til Skálavíkar. Móttøka í Skálavík.

Leygardagin 25. juli

Umleið kl. 15.00 Fráferð úr Skálavík

Koma til Havnar umleið kl. 19.00. Móttøka í Havn.