Fyri eini løtu síðani varð boðað frá grind uttan fyri Boðanes í Havn.
Tað eru fólk, sum hava sæð nakað, tey halda vera grind, uttanfyri Boðanesheimið og tískil hava tey boðað frá.
Grindin stóð og grindaðist, so tey sóu bara kúlurnar koma undan. Løgreglan sigur, at í løtuni eru bátar á veg at vita um talan er um grind, ella um tað er okkurt annað, tey hava sæð.