Fyri lítlari løtu síðani fekk grindaformaðurin í Leirvík, Marius Jacobsen, boð um, at ein grind var funnin nakað norðan fyri Leirvík.
- Eg havi akkurát fingið boðini, men eg dugi ikki at síggja nakað enn. Eg eri í ferð við at kanna tað nærri, sigur hann í skjótari viðmerking til in.fo.
Sum skilst er eingin bátur hjá grindini enn, og hon gongur norður eftir. Tí kann tað vera, at hon verður rikin á Fuglafjørð, roknar grindaformaðurin við.
Les eisini: Avlýst - verður ikki hildin til