Fyri løtu síðani fekk løgreglan fráboðan, at grindaboð er í Skopunarfirði. Hetta skuldi vera millum Skopun og Hestoynna, nakað sunnan fyri Hælin.
- Hann helt talan vera um stóra grind. Men flokkurin sá ikki út til at fara nakran veg og liggur heldur í streyminum, sigur vakthavandi hjá løgregluni.
- Mann roknar við, at grindin fer vestur um. Men ongin hevur verið úti og roynt at fingið rakstur á hana, so vit vita ikki heilt enn, sigur hann.
Miðlahúsið hevur eisini tosað við ymiskar grindaformenn í økinum, og meta teir út frá rákinum, at grindin antin verður hildin til í Havn ella Sandavág.
Vit fylgja málinum.