Grind er sædd við HaraldSund.
Við Norðlýsið sigur Karl Johansen, sýslumaður, at ongin bátur er norðanfyri byrgingina, og at boðað er frá vindi upp til 18 m/s.
Tí er ikki ráðiligt at senda bátar norður um Nakkan til grindina. Bert stórir bátar kunnu fara, men til ber ikki at drepa grindina einans við stórum bátum. Ætlanin er tí, sambært Karl Johansen, at goyma grindina til í morgin.
- Og eydnast tað, so verður hon rikin norður eftir runt Múlan og inn á Hvannasund, sigur Karl Johansen, sýslumaður við Norðlýsið.
Grindin verður mett til áleið 80 hval.