Fyri einari løtu síðani fekk politiið fráboðan um eina grind. Tveir bátar eru hjá grindini, sum fyri løtu síðani var í Sundalagnum við munnan til Kollafjørð, sigur vakthavandi hjá politinum.
Boðini eru farin út til sýslumenn og grindaformenn í økinum.
Sum nú er, so er ætlanin, at hon skal haldast til. Men hvar er óvist enn, sigur politiið.
Tað er eisini óvist, hvussu stór grindin er, men sum politiið skilir á lagnum, so vóru tað einir seks hvalir omaná.
Grindaformaður í Kollafirði sigur, at grindin verður hildin til hvørja løtu í Kollafirði. Innan fyri hálvan tíma. Talan er um eina lítla grind, og har eru nokk av fólki.