Grindadráp í enskum miðlum

Tað er ikki tann besta reklaman, sum Føroyar fáa hjá enska Daily Mail

Í stórari myndafrásøgn undir yvirskriftini - Seas turn red as whales are brutally slaughtered by Faroe Islanders - málar blaðið eina ógvusliga mynd av grindadrápinum,sum herfyri var í Hvalvík. Nakað, sum tey kalla árliga grindadrápið í bygdini.

Blaðið skrivar, at talan ikki er um handilsliga veiðu, men um fong, sum verður býttur til stóran part av samfelagnum, og sum tí hevur stóran fíggjarligan týdning.

Hartil verður sagt, at myndugleikarnir í Føroyum síðani 1932 hava ásett reglur fyri drápið, soleiðis at hetta kann gerast meira humant.

Í seinasta partinum av greinini eru tó nakrir faktuellir feilir. Eitt nú verður skriva, at fleiri av teimum 5.000 oyggjabúgvunum hava tikið skaða og eru enntá deyð av árinunum av nógva kyksilvurinum, sum er í tvøstinum og spikinum. Og at frágreiðingar stafðesta eitt alarmerandi høgt tal av mentalt skaddum børnum.