Grindamenn á skeið

Skalt tú avlíva hval, skalt tú hava lokið skeið í grindadrápi. Fyrstu skeiðini verða hildin í komandi viku

 

Við kunngerð nr. 100 frá 2013 varð staðfest, at tað frá 1. mai í 2015 bert er loyvi at avlíva hval, um tann, sum avlívar, hevur luttikið á skeiði, har kunning og upplæring um grindareiðskap og drápshátt er partur av frálælurini.

 

Við øðrum orðum er skeiðið neyðugt, um tú ætlar tær at verða aktivur partur av grindadrápi í summar.

 

Á heimasiðuni hjá Fiskimálaráðnum stendur at lesa, at fleiri skeið um grind og grindadráp verða hildin í februar og mars.