Grindamenn skulu hava góðkenning

GRINDADRÁP Formaðurin í Grindamananfelagnum heldur, at tað eigur at verða eitt krav, at bara tey, sum fara á skeið og fáa eina serliga góðkenning, skulu sleppa at drepa grind

Framyvir skulu tað bara vera alment góðkendir grindamenn, sum skulu sleppa at drepa grind.
Tað heldur Ólavur Sjúrðaberg, formaður í Grindamannafelagnum.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum eisini umsitur grindareglugerðina, er í ferð við at broyta grindareglugerðina.
Í hesum sambandi ætlar landsstýrismaðurin, at framyvir skal tað vera bannað at brúka vanliga, siðvanda, grindaknívin og grindakrókin í grindadrápi.
Í staðin skulu vit bara brúka nýggja mønustingaran og blásturkrókin í grindadrápi og tað skal bara vera av neyð, at gamli reiðskapurin kann verða brúktur, har onki annað letur seg gera.
Ólavur Sjúrðaberg tekur fult undir við, at tað hereftir verður mønustingarin og blásturkrókurin, sum verður tann góðkendi grindareiðskapurin.
- Vit halda, at grindareglugerðin hevur tørv á at verða endurskoðað regluliga, tí vit hava alla tíðina vakin eygu yvir okkum.
Hann tekur eisini undir við, at gamli grindareiðsskapurin verður avmarkaður sum nógv, sum gjørligt.
- Vit halda í hvussu so er, at blásturkrókurin eigur at verða kravdur, uttan undantøk.
- Hann dugir ikki at hugsa sær nakra støðu, har tað ikki skal bera til at brúka blásturkrókin, heldur enn vanliga grindakrókin.
- Men skuli tað verið viðurskifti á onkrari hvalvág, sum kunnu avmarkað brúkið av blásturkrókurin, eigur tað ikki at vera brúkt sum grundgeving fyri at taka gamla grindakrókin í nýtslu.
- So eiga vit heldur at broyta viðurskiftini á hvalvágni og laga tey soleiðis til, at blásturkókurin kann brúkast.

Grindamenn góðkennast
Nýggi reiðskapurin hevur nú verið í brúki í eina tíð og formaðurin í Grindamannafelagnum heldur, at nú hevur tilvenjingartíðin verið so mikið drúgv, at tað er ráðiligt at broyta reglugerðina og gera blásturkrók og grindakrók til kravdan grindareiðskap.
Men hann heldur samstundis, at vit eiga at gera meiri fyri at læra fólk at drepa grind.
- Aðrastaðni er vanligt, at fólk skulu á skeið í at handfara vápn, og skulu taka veiðiprógv, áðrenn tey fáa veiðiloyvi.
Ólavur Sjúrðaberg heldur, at hetta eiga vit eisini at seta í gildi í Føroyum.
- Eg haldi at grindamenn skulu hava eina almenna góðkenning fyri at sleppa í grind.
- Øll skulu framvegis verða vælkomin í grind, men tað skulu bara vera góðkendir grindamenn, sum skulu sleppa at drepa grind.
Í hesum sambandi hugsar hann sær, at grindamenn fáa eitt skeið í at brúka blásturkrók og mønustingara.
Hann hugsar als ikki um at seta grindamenn á skúlabonk, heldur hugsar hann um, at grindamenn eiga at fáa kunning um, hvussu nýggi reiðskapurin virkar.
- Tá ið grind so er, skulu teir vera saman við einum royndum grindamanni, sum kann leggja teimum lag á, at brúka reiðskapin í veruleikanum til at avlíva nakrar hvalir við, til teir eru komnir á lagið, og kunnu verða góðkendir grindamenn.
Formaðurin í Grindamannafelagnum heldur, at tað verður ongantíð ein so stór grind í Føroyum, at tað ikki ber til hjá nøkrum góðkendum grindamonnum at fáa lívið av henni.
Hann vísir eisini á, at ein mønustingari er eitt spjót, og eitt spjót er eitt vápn, sum kann vera vandamikið í ókønum hondum.
Eisini tí er neyðugt við eini ávísari upplæring og tilvenjing, áðrenn ein grindamaður fær góðkenning
- Tað ræður um at brúka vit og skil og tað er neyðugt, at vit alla tíðina gera ábøtur fyri at grindin kann avlívast so skjótt, pínuleyst og etiskt forsvarligt, sum gjørligt.
Hann heldur, at nógvar av teimum ábótum, sum verða gjørdar, eru bara ein spurningur um tilvenjing.
Hann minnist, hussu mótstøðan var, tá ið hvalváknið varð bannað, tí tað var ikki øllum, sum dámdi tað.
- Tað varð loyvt at brúka hvalvákn í undantaksføri, men tá ið nakað var fráliðið, var tað ongin, sum brúkti hvalvákn longur, staðfestir formaðurin í Grindamannafelagnum.

Seta krøv til mønustingaran
Teir mønustingarar, sum verða brúktur í grindadrápi, skulu verða gjørdir eftir tekning.
Tað heldur Ólavur Sjúrðaberg, formaður í Grindamannafelagnum.
Sum tað sæst í aðrari grein, tekur hann undir við ætlanin iat broyta grindareglugerðini, so at gamli grindaknívurin verður avskaffaður og at mønustingarin verður kravdur grindareiðskapur ístaðin.
Men tað skal ikki vera hvør sum helst mønustingari, sum hvør grindamaður sær ger eftir sínum egna høvdi.
- Tað skal vera ein mønustingari, sum er gjørdur eftir tekning, og sum lýkur ávís krøv, so at vissa fæst fyri, at hann hevur tað rættað sniðið sum tryggjar, at hvalurin verður avlívaður skjótt og pínuleyst.
Tí heldur Ólavur Sjúrðaberg, at bara mønustingarar, sum eru gjørdur eftir avísari tekning, skulu verða loyvdir.

Sýnast og góðkennast
Sostatt heldur Ólavur Sjúrðaberg ikki bara, at grindamenn skulu verða góðkendir.
Hann heldur eisini, at mønustingarin skal verða góðkendur.
- Tá ið ein grindamaður hevur útvegað sær mønustingara, skal hann sýnast av einum almennum myndugleika og fáa stempul í, sum prógvar, at hann er sýnaður og góðkendur.
Ólavur Sjúrðaberg heldur, at hetta eigur eisini at verða gjørt við atlitið at tryggingini.
- Fær ein grindamaður skaða av einum mønustingara, sum ikki er góðkendur, kann vandi vera fyri, at hann onki endurgjald fær frá tryggingini, sigur formaðurin í Grindamannafelagnum.
Hann sigur, at hesi síðstu árini hava tey roynt fleiri mønustingarar og nú halda tey seg hava funnið eitt snið, sum riggar væl til endamálið.
- Men sjálvandi er altíð rúm fyri ábótum, sigur hann, tí á hesum øki koma vit ongantíð á mál.
LES EISINI GREININA Greiðari ábyrgd í grind