Fyri góðari løtu síðan legði grindin, sum varð funnin norðanfyri í morgun, beinini í Funningsfirði.
Úr Funningsfirði verður sagt, at enn er ikki endaliga talt upp, men talan er um nokso nógvar hvalir, kanska umleið 150 í tali.
Nakrir springarar vóru eisini upp í grindabólkinum, men teir vórðu sleptir avstað aftur.
Portalurin fer at venda aftur til grindina á Funningsfirði seinni í dag.