Grindin úr Bø norðureftir

Merkta grindin úr Bø, sum síðan september hevur flutt seg suðureftir, vendi á 44 breiddarstigum, og fór haðani norður aftur á Miðatlantsryggin í økið, har Charlie-Gibbs skørini deila ryggin, sigur Havstovan í dag.

Økið er kent sum føðsluríkt øki. 

Seinastu vikuna hevur grindin kortini aftur ferðast vestureftir, og hon er farin vestur um ryggin, har hon møguliga finnur sær betur livilíkindi, sigur Havstovan.

Grindin varð merkt í Bø 6. juni í ár, og Havstovan hevur trúliga fylgt við í ferðamynstrinum hjá grindini síðani.

Saman við grindini í Bø varð eisini ein grind merkt í Havn 16. juni, og hetta var fyrstu ferð, at Havstovan hevði tvær grindir merktar í senn.

Grindirnar báðar hava áður ferðast um somu leiðir, men í august mánaða í ár fóru tær hvør sín veg.

##med2##