Grøna orkuskiftið verður sett á “undirvísingarbreddan” hjá næmingum og lærlingum á Tøkni komandi mánaðin.
Glasir skrivar í tíðindaskrivi, at í hesum sambandi vóru Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orkumálum og Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV og hildu fyrilestrar fyri næmingum og lærlingum, sum ganga á 2. skúlaskeiði, mánadagin 16. mai.
Fyrilestrarnir vóru startskotið til tveir evnisdagar um grøna orkuskiftið, sum verða í næstum. Magnus Rasmussen innleiddi og tosaði um visiónirnar hjá samgonguni innan grøna orkuskiftið. Fyrilesturin hjá Terja Nielsen snúði seg um Føroyar og grøna orkuskiftið – um leiðina til einar “grønar” Føroyar í 2030.
Møguleiki var at seta spurningar og vóru tað fleiri, ið nýttu høvi og settu viðkomandi spurningar.
– Avgjørt ein góður og kveikjandi inngangur til evnisdagarnar, skrivar Glasir.