Grønland: Bjargaðu 20 ára gomlum í jollu

Tað henda nógvar jolluvanlukkur í Grønlandi um árið, men tíbetur spældi alt væl av sunnunáttina.

Í samstarvi millum løgreglu og Arktisk Kommando eydnaðist tað at taka mann upp úr jolluni. Mynd: Verjan.

Tað henda nógvar vanlukkur í jollum í Grønlandi millum ár og dag.

 

Nógv verður siglt millum býir og bygdir, og viðhvørt eru umstøðurnar vánaligar. Tað hendir eisini av og á, at fólk ikki bera boð í bý.

 

Sunnunáttina varð ein 20 ára gamal maður bjargaður í Grønlandi. Hann var staddur í einari jollu, nærindis Narsaq.

 

Maðurin var dottin fyri borð og hevði í hesum sambandi fingið skaða, men tað hevði eydnast honum at bjarga sær upp í jolluna aftur.

 

Í samstarvi millum løgreglu og Arktisk Kommando eydnaðist tað at taka mannin upp úr jolluni, og síðan varð hann fluttur á sjúkrahús í Nuuk.

 

- Vit kunnu einki siga í løtuni um støðuna hjá manninum, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni, Jan Geisler, við Sermitsiaq.

 

 

 

 

 

Í samstarvi millum løgreglu og Arktisk Kommando eydnaðist tað at taka mann upp úr jolluni. Mynd: Verjan.