Grønland fer at banna einnýtsluplasti

- Tað er, tá staðið verður saman, at úrslitini vísa seg, sigur grønlendski landsstýrismaðurin í umhvørvismálum.

Myndina eigur: Center for Arktisk Teknologi (DTU)

- Plast og skrell samlast ofta upp í bygdum og býum, og síðan spjaðist tað út í náttúruna. Tí vil grønledska landsstýrið nú avmarka nýtsluna av einnýtsluplasti - og í seinsta lagi frá 2023 at rokna skal einnýtsluplast bannast landinum.

 

Í tíðindaskrivi sigur grønlendska landsstýrið, at plastdálking hevur negativ árin á náttúruna og á samfelagið. Plast, sum endar í náttúruni, verður við tiðini niðurbrtið til mikroplast, sum endar í teimum dýrum, sum menniskjan gagnnýtir.

 

Kring um heimin hevur stórt fokus verið á plasti, og eitt nú er mikroplast funnið í drekkivatni kring um heimin. 

 

- Tað er positivt at uppliva, at fleiri og fleiri kenna samábyrgd og eitt nú velja aðrar loysnir við einnýtslutilfari. Vit síggja, at fleiri taka lut í felags ruddingartiltøkum og eru upptikin av at ansa betur eftir náttúruni.

 

Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Kalistat Lund, sigur seg fegnast um, at tey hava fingið nógv góð hugskot og ráð frá borgarum og vinnulívinum, og hann vísir á, at tað er, tá staðið verður saman, at úrslitini vísa seg.

 

Meira um hetta og forvitnisliga átakið hjá grønledska landsstýrinum kann lesast á heimasíðuni www.sermitsiaq.ag

 

 

 

    

 

Myndina eigur: Center for Arktisk Teknologi (DTU)