Grønland hevur brúk fyri fleiri navigatørum

Hóast hýrurnar til stýrimenn og skiparar liggja millum 2-3 miljónir krónur, er framvegis brúk fyri fleiri navigatørum til hesi størv, skrivar Sermitsiaq.

 

 

- Føroyar hava eitt sera stórt tal av navigatørum - í minsta lagi tíggju ferðir so nógvar sum Grønland.

 

 

Tað fylgir stór ábyrgd við størvunum sum navigatørur umborð á teimum stóru grønlendsku trolarunum, men harafturímóti eru hýrurnar góðar.

 

- Ein stýrimaður ella skipari umborð á teimum stóru trolarunum tjenar einar 2-3 miljónir krónur um árið. Umborð á teimum smærru skipunum liggur hýran millum eina hálva og eina miljón krónur, skrivar Sermitsiaq.

 

Men, hóast hesar góðu hýrur, stendur framvegis á at útvega grønlendskar navigatørar, tó at tað gongur framá við maritimu útbúgvingunum. 

 

- Talið av næmingum í ár er økt. Tað gongur betur, men tað gongur ikki nóg væl, sigur fyristøðumaðurin á Imarsiornermik Ilinniarfik, sum er grønlendski navigatiónsskúlin í Paamiut.

 

Skúlin lá áður í Nuuk, men varð fluttur til Paamiut í 1996. Skúlin bjóðar útbúgvingar innan farmaskipavinnu og fiskivinnu, og útbúgvingarnar eru góðkendar av danska Sjóferðslustýrinum. 

 

- Reiðararnir vilja fegnir hava fleir skipsyvirmenn. Dreymurin er at fáa fleiri næmingar og menna skúlan.

 

Fyristøðumaðurin, Bent Olesen, vísir á, at Føroyar hava eitt sera stórt tal av navigatørum - í minsta lagi tíggju ferðir so nógvar sum Grønland.

 

- Tað hevði verið gott fyri okkara samfelag, um vit høvdu fleiri, og at okkara navigatørar - eins og teir føroysku - eisini komu út í heimin at starvast, leggur Bent Olesen aftrat í samrøðu við Sermitsiaq.

 

 

 

- Føroyar hava eitt sera stórt tal av navigatørum - í minsta lagi tíggju ferðir so nógvar sum Grønland.