Grønland: Leitingin eftir 48 ára gomlum er steðgað

Ein maður, sum í síðstu viku fór siglitúr í Grønlandi, er ikki komin afturíaftur.

48 ára gamli var í báti, sum líkist hesum - einum SeaStar 600. Hvørki maður ella bátur eru afturíafturkomin.

Arktisk Kommando upplýsir yvirfyri Sermitsiaq, at leitingin eftir einum 48 ára gomlum manni, sum fór úr Nuuk ávegis móti Maniitsoq í einum lítlum báti seinsta mikudag, er endað úrslitaleys.

 

Tað mikudagin í síðstu viku klokkan 12.45, at maðurin loysti í Nuuk, og tá teir einki høvdu  funnið leygardagin klokkan 10, varð leitingin steðgað.

 

Leitingin hjá Arktisk Kommando og Grønlands Politi byrjaði hósnáttina, tá avvarðandi hjá manninum settu seg í samband við løgregluna. 

 

Leitað hevur verið við SeaHawk-tyrlu saman við einari EC225-tyrlu hjá Air Greenland. Grønlands Politi hevur eisini siglt í havøkinum við løgreglubátunum, Ilik og Nukik.

 

Arktisk Kommando sendi eisini út eini sonevnd Panpan-boð á kanal 16 á WHF-inum, har borgarar í økinum vórðu bidnir um at halda eyguni við saknaða manninum.

 

Men, hóast nógv hevur verið gjørt burturúr í leitingini, er tað ikki eydnast at finna mannin, ei heldur bátin hjá honum, sum var ein  Sea Star 600.

 

Hin 48 ára gamli maðurin hevði ein 150 HK Honda-viðfestimotor í bátinum, og nú verður heitt á øll í umhvørvinum at hava eyguni eftir báti og manni.

 

 

 

48 ára gamli var í báti, sum líkist hesum - einum SeaStar 600. Hvørki maður ella bátur eru afturíafturkomin.